Óli 8:13.52 og nr 4 í 800 frí á Swim Open Stockholm 2017

Óli Mortensen svam seg í áðni til eitt fjórðapláss á Swim Open Stockholm 2017, við tíðini 8:13.52 í 800 metra frísvimjing. Hann varð egentliga nummar 3 í skjótasta riðli, men har var so ein í spakuligaru riðlunum í morgun sum hevði svomið enn skjótari enn tað.

Continue reading Óli 8:13.52 og nr 4 í 800 frí á Swim Open Stockholm 2017

Óli millum skjótastu í 800 á Swim Open Stockholm 2017

Tey eru nú komin til fjórða og síðsta dag á Swim Open Stockholm 2017, har tað sum á Danish Open er eydnast føroyingum at koma í finalu allar dagar. Nú seinnapartin er tað Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag sum skal royna seg í skjótasta riðli í 800 metra frísvimjing, við 4. bestu tilmeldingartíð av øllum. Continue reading Óli millum skjótastu í 800 á Swim Open Stockholm 2017

Óli og Vár væl gjøgnum fyrstu finalur á Swim Open Stockholm 2017

Tey bæði Óli Mortensen og Vár E. Eidesgaard komu væl ígjøgnum fyrsta finaluumfar á Swim Open Stockholm 2017, nú bæði aftaná innleiðandi lógu til at fáa eitt 9. pláss. Continue reading Óli og Vár væl gjøgnum fyrstu finalur á Swim Open Stockholm 2017

Óli í finalu á Swim Open Stockholm 2017

Fyrstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir á Swim Open Stockholm í dag, har Óli Mortensen megnaði at svimja seg í finalu í 400 metra frísvimjing. Støðið er tó týðiligvís væl hægri í Stokkhólmi nú, enn á Danish Open í farnu viku. Continue reading Óli í finalu á Swim Open Stockholm 2017