Aðalfundurin hjá SSF var í dag

Svimjisamband Føroya hevði sín árliga aðalfund í dag, í ÍSF-húsinum í Tórshavn. Har er ikki so nógv at siga frá fundinum, annað enn at formansfrágreiðingin og roknskapurin lýsti eitt ógvuliga virkið ár, sum svimjifeløgini góðtóku. Andrea Elduvig bað seg undan afturvali til starvsnevndina, og í hennara stað er Sørin S. Djurhuus komin. Formaðurin Jon Hestoy og starvsnevndarlimur Palli Eysturberg vórðu afturvaldir, og Eyðun Húsgarð valdur sum eykalimur í starvsnevndina fyri Sørin S. Djurhuus.

Rókur í Jákupsstovu nýggjur næstformaður í Svimjisambandinum

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Á eykaaðalfundi í Svimjisambandinum leygardagin 29. august varð Rókur í Jákupsstovu, av Toftum, valdur til næstformann í Svimjisambandinum. Regluligi aðalfundurin tann 23. mai í ár avgjørdi at eykaaðalfundur skuldi haldast 29. august. Hesin fundur skuldi velja nýggjan næstformann og viðgera eitt uppskot til reglugerð fyri stuðulsavtalur.
Continue reading Rókur í Jákupsstovu nýggjur næstformaður í Svimjisambandinum

Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát, í mun til ítróttarliga støðið?

Tíðindaskriv frá SSF

Aðalfundur hildin í Svimjisamband Føroyar 23. mai 2009

Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát, í mun til ítróttaliga støðið

Leygardagin var aðalfundur í Svimjisamband Føroya hildin í ÍSF-húsinum. Føroysku svimjifeløgini hittust, at viðgera farna tíðarskeðið. Í niðurløguni av frágreiðingi segði formaðurin, Jon Hestoy, soleiðis um Oyggjaleikir og kostnaðin: ”Tað er ein stórur trupulleiki at kostnaðurin av Oyggjaleikum er so høgur. Um Føroyar ynskir at vit skulu luttaka á einum stórum felags ítróttatilfaki, sum Oyggjaleikir, so átti stuðulin at verið væl hægri. Tá vit í ár skulu gjalda út við 10.000 krónur fyri hvønn luttakara, so kann ein ikki lata verða við spyrja, hvat verður so kostnaðurin um fýra ár tá Oyggjaleikir verða á Bermuda. Svimjingin er noydd at taka spurningin upp um prísurin á luttøkuni í Oyggjaleikum er rímiligur í mun til ítróttaliga støðið.” Oyggjaleikir, HM, EJM og EM á stutthylji fella øll sama ár og leggur stórar byrður á eitt sersamband sum Svimjisambandið.
Continue reading Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát, í mun til ítróttarliga støðið?

Stór venjingarlega í Klaksvík í vikuskiftinum

Svimjisambandið skipar í vikuskiftinum fyri talentlandsliðlegu í Klaksvík, har teir báðir Rúni Gaardbo og Johan Martin Poulsen fara at standa á odda fyri svimjivenjing, videoupptøku, fyrilestri og øðrum góðum, fyri svimjarar árgang 1992 og yngri. Hesu ferð eru tey 38 sum hava klárað kravtíð og eyka stabilitets-krøv, til at kunna kallast ‘talent’ hjá Svimjisambandi Føroya.
Continue reading Stór venjingarlega í Klaksvík í vikuskiftinum

Svimjisambandið fingið nýggja heimasíðu

Sum fleiri av tykkum sikkurt longu hava uppdagað, so hevur heimasíðan hjá Svimjisambandi Føroya í dag skift ham. So skundið tykkum yvir á www.ssf.fo, og lesið til dømis nýtt bræv frá formanninum, um ferðalið til Södertälje og Rijeka, um nýggja landsliðsnevnd, talentliðsvenjing og alt møguligt annað. Nýggja heimasíðan hjá SSF bjóðað m.a. at man kann fáa tíðindi hagani sum RSS, og eg skal tí sum skjótast fara at koyra eisini ta síðuna her á høgra bredda, á sama hátt sum flot.info, fsvim.com, isf.fo og svimjiskulin.com

SSF nýggja heimasíðu
Continue reading Svimjisambandið fingið nýggja heimasíðu