Úrslit frá SuSvim-stevnuni á Tvøroyri 17. mars 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í svimjihylinum á Tvøroyri í dag, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong ár at stevna aftur var á Tvøroyri.

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 24. og 25. februar 2018

Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni nú 24. og 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági.

Tilsamans vóru tey 86 íðkarar og 29 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 564 ferðir í 36 kappingum, og fingu vit m.a. 4 nýggj føroysk juniormet og 1 nýtt føroyskt met.

Havnar Svimjifelag var mest vinnandi felag, meðan Signhild Joensen úr Ægir átti besta avrikið, á 745 FINA stig fyri tíðina 1:04.11 í 100 metra ryggsvimjing.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt her á SwimRankings

Continue reading Úrslit frá SuSvim-stevnuni 24. og 25. februar 2018

SuSvim dreingir 4:32.57 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað

Dreingjaliðið hjá SuSvim setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá 4:32.57. FLOT átti metið áðrenn hetta, á 4:54.95 frá FM á langgeil í fjør.

SuSvim-dreingir í Páls Høll. Yvonna Toftum eigur myndina.

Teir sum svumu fyri SuSvim, vóru:

  • Rúni Bech (2002) 1:11.64 í 100 rygg
  • Rani Jacobsen (2001) 1:11.51 í 100 bringu
  • Rói Bech (2001) 1:09.86 í 100 firvald
  • Bartal Debess (2002) 59.56 í 100 frí

Sí úrslitalistan her

Vár 28.54 og føroyskt juniormet í 50 firvald

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 28.54 sekund. Sí úrslitalistan her.

Vár átti sjálv nú farna juniormetið á 28.80 sekund, frá SuSvim-stevnu í mars mánaða í fjør. Astrið Foldarskarð eigur føroyska metið á 28.29 sekund, frá Danish Open í 2014.

Vár er árgang 2001 og svimur fyri Havnar Svimjifelag.

Vár í Páls Høll. Erling Eidesgaard eigur myndina.

Vár 58.12 og stórt nýtt føroyskt met í 100 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Vági svam teinin uppá 58.12 sekund.

Sára Ryggshamar Nysted átti nú farnu metini á 58.67 sekund, frá Reykjavík International í januar 2016. Besta tíð hjá Vár var 59.17 áðrenn hetta, frá FM á langgeil í fjør.

Vár svimur fyri Havnar Svimjifelag.

Vár í Páls Høll. Erling Eidesgaard eigur myndina.

Startlistar til SuSvim-stevnuna 24. og 25. februar 2018

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna í Páls Høll í Vági nú leygardagin og sunnudagin 24. – 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 24. og 25. februar 2018

Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa Stevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 24. og 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.