Úrslit frá SuSvim-stevnuni 4. og 5. mars 2017

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll nú 4. og 5. mars 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Ein stevna har hæddarpunktini vóru føroyska metið hjá Janu B. Thomsen í 200 firvald, føroyska juniormetið hjá Vár E. Eidesgaard í 50 firvald, og føroyska metið hjá Beintu P. Debes í 200 bringu.

Continue reading Úrslit frá SuSvim-stevnuni 4. og 5. mars 2017

Vár 28.80 og juniormet í 50 firvald

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti nú seinnapartin nýtt føroyskt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 28.80 sekund. Vár er árgang 2001 og svimur fyri Havnar Svimjifelag.

var-eidesgaard

Continue reading Vár 28.80 og juniormet í 50 firvald

Jana 2:28.40 og føroyskt met í 200 firvald

Jana Bjartalíð Thomsen setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:28.40. Jana er árgang 2000 og svimur fyri Ægir.

14718863_10211230118813318_6283676038738130813_n
Jana frá tá ið hon setti føroyskt met í 200 firvald á stuttgeil á Ægir-stevnu í oktober 2016. Morensa Bjartalíð eigur myndina.

Continue reading Jana 2:28.40 og føroyskt met í 200 firvald