Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu

Sum lýst í viðfestu innbjóðing, bjóðar Suðuroyar Svimjifelag til svimjistevnu í Vági tann 6. februar 2010, fyri bólkar 1 til 4. Stevnan byrjar tíðliga leygarmorgun, og endar so soleiðis at øll norðanfjørð sleppa av aftur oynni leygardagin. Sum nakað serligt skipar SuSvim fyri “Pál Joensen Invitational” kapping í 800 og 1500 frí, fyri eldru bólkarnar 1 og 2, har gáva verður latin skjótasta svimjara. “Tykur kunnu gita hvør handar gávurnar”.