Sun Yang 3:40.29 í 400 frí

Kinesiski heimsmeistarin Sun Yang knústi í kvøld kinesiska metið í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á kinesisku meistarastevnuni í Rizhao svam teinin uppá 3:40.29, har kinesiska og asiatiska metið hjá Zhang Lin frá superdrakt-tíðini í 2009 var 3:41.35. Til samanberingar var silvurvinnaratíðin hjá Sun Yang á HM í Shanghai ‘bara’ 3:43.24, har koreanski Tae-Hwan Park gjørdist heimsmeistari við 3:42.04. Tíðin hjá Sun Yang er triðbesta tíð yvirhøvur í søguni, beint aftanfyri heimsmetið hjá Paul Biedermann á 3:40.07 frá HM í Rom í 2009, og teir 3:40.08 sum Ian Thorpe svam á Commonwealth Games í 2002. Les meira her á SwimmingWorld Magazine.

Sun Yang 1:45.53 í 200 frí

Uha, kinesiski heimsmeistarin Sun Yang svam á kinesisku meistarastevnuni í kvøld 1:45.53 í 200 frí á langgeil, meira ella minni júst afturkomin úr feriu. Til samanberingar er besta tíð hjá honum 1:44.99 frá meistarastevnuni í apríl, ið til nú er fimtbesta tíð í heiminum í ár. Les meira her á SwimmingWorld Magazine.

“I have not trained systematically since the worlds. I’m happy with the results, no matter it’s good or bad. I hope I can start my steps toward the London Olympic Games through this meet”

DSC05717

(Sun Yang og Pál áðrenn í 800 frí finaluni á HM í Shanghai)

This was the fun event

Nú verður tað seriøst, eitt ógvuliga møguligt men tó stadigvekk formligt krav um at svimja eina góðkenda tíð undir 15:11, til at kunna vera upp á tal til Olympisku Leikir í London í 2012. Eg trúgvi uppá tað, men fyri tað skal tað svimjast, og nógv kann henda uppá nakrar fáar dagar. T.d. vann Alex gull mánakvøldið, fyri síðani mikumorgunin at vera so snottutur at hann mátti uppá penicillin, so at hann nú má melda frá 200 bringu :-S

DSC05717

Sun Yang svam 14:42.52 í Wuhan

Eftir øllum at døma megnaði kinesiski Sun Yang ikki at seta heimsmet í 1500 frí, tá ið hann á kinesisku meistarastevnuni á langgeil sambært sports.sohu.com svam 14:42.52, umleið 8 sekund frá sínum kinesiska og asiatiska meti, og 9 sekund frá heimsmetinum hjá Hackett. Tíðin er tó væl og virðiliga besta tíð í heiminum í ár, við heimsmeistaranum og olympiska meistaranum Oussama Mellouli sum nummar 2 á 15:01.65 frá februar mánaða. Les meira nú á SwimNews.com.

Video frá kinesisku meistarastevnuni

Beint nú hevði tað kulasta í verðini verið at funnið eina live streaming (ella bara live timing) frá kinesisku meistarastevnuni, har Sun Yang hevur ella fer at svimja 1500 metra frísvimjing. Hetta er tað frægasta eg havi funnið til nú … eitt brot frá millum annað tá ið hann vann 400 frí. Óhugnaligt at síggja hvussu langt tað er aftur til næsta mann (Dai Jun) sum hóast alt svam 3:50.

(Video koyrd afturum ‘Les meira‘, síðani hon byrjar av sær sjálvum)
Continue reading Video frá kinesisku meistarastevnuni

Sun Yang ætlar sær at vinna 1500 í dag

Sun Yang vann í gjár 200 frí á kinesisku meistarastevnuni á langgeil, við nýggjum kinesiskum meti 1:44.99, har besta tíð í heiminum í ár og franska metið hjá Yannick Agnel frá í fronsku meistarastevnuni mars var 1:45.47. Í dag svimur hann so 1500 frí, har hann í november við 14:35.43 var minni enn éitt sekund frá annars órøriliga heimsmetinum hjá Grant Hackett á 14:34.56 frá 2001. Og tá skal sigast at hann bara í 400 frí betraði seg eitt heilt sekund í mun til í fjør, tá ið hann týsdagin svam ta greinina uppá 3:41.48. Sun sigur sjálvur sambært China Daily:

“I’m fully confident of tomorrow’s 1500m free. My biggest advantage to Park Tae Hwan and Zhang Lin, who are two big names in this event, is my age. I’m younger and I believe I’ll be better and better in the future.”

Sun Yang 7:44.12 í 800 frí í dag

Kinesiski Sun Yang betraði so væl og virðiliga um ársins bestu tíð í 800 frí, tá ið hann á kinesisku meistarastevnuni á langgeil í Wuhan svam teinin uppá 7:44.12. Heimsmetið hjá Zhang Lin er heilt niðri á 7:32.12 frá HM í Rom í 2009, men tíðin hjá Sun nú er uttan superdrakt, og hartil klárt betri enn tann annars besta tíðin í ár hjá franska Sebastien Rouault, sum er 7:54.95.
Continue reading Sun Yang 7:44.12 í 800 frí í dag