Fraklendingar og danir stressa, nú draktirnar rúka

Denis Auguin, venjari hjá Alain Bernard, sigur sambært SwimNews.com um stevnu í Fraklandi herfyri, har mennirnir skuldu svimja í short, at “From what I could see, they are swimming more slowly and with a lot more movement than in the past year. We can read two things into that: one, they are swimming slower and 2, they are struggling because they are swimming more slowly. That offers real proof that there was a real effect on their performance from the suits. So, yes, there has to be alot of discussion between coaches and athletes to cancel out the different ‘shocks’.”

Og á danska partinum av www.simma.nu spyr Claus Lyders, undir yvirskriftini “DMK: Slut på 2 vilde år”: “Hvem sætter den første seniorrekord i 2010?”, “Hvordan skal vi markedsføre vores sport efter nytårsaften?.” Tað tykist ikki at vera nakar yvir hjá nøkrum um at draktirnar gera mun, og fólk stressa tí óført um hvat sum hendir í 2010, tá ið tær sambært nýggju FINA-reglunum skulu burtur. Ricky Clausen um DMK, aftur á www.simma.nu: “Det skal blive mere end spændende at se, hvordan dragternes afskaffelse påvirker niveauet til DM på langbane. Denne skribent forudser mange, mange karrierestop i løbet af foråret.”

FINA 2010 listi yvir góðkendar svimjidraktir

FINA hevur í dag kunngjørt hendan listan yvir “FINA 2010 List of Approved Swimsuits”, sum væl merkir at hetta er tað sum tey meta at vera ‘tekstil’, og tí draktir sum kunnu brúkast í 2010. Jaked draktirnar eru púra burtur, og eisini handan Arena X-Glide draktin frá Rom í summar. Í staðin skulu svimjarar svimja í til dømis TYR Tracer Light, Arena Powerskin ella X-Flat, Diana Submarine ella Nike Hydra… ella Speedo LZR Racer (!). Les meira til dømis her á reachforthewall.com.

USA setir forboð móti ‘superdraktum’ frá 1. oktober 2009

Teir 400 umboðsmennirnir í ‘House of Delegates’ hjá amerikanska svimjisambandinum hava sambært reachforthewall.com so gott sum einmælt samtykt at forbjóða øllum ‘tøkniligum’ svimjidraktum, frá 1. september 2009. Hetta merkir at eingin superdrakt verður loyvd at brúka á svimjistevnu undir norðamerikanskum myndugleika, longu tríggjar mánaðir áðrenn altjóða svimjisambandið FINA íverksetur sama bann. Amerikumenn hava nú sama trupulleika í USA sum í Kanada, at tey onkunsvegna sjálvi mugu definera hvat ein ‘tøknilig’ svimjidrakt er, áðrenn FINA hevur fingið í lag at koma út við sínari allýsing.

Superdraktirnar verða møguliga loyvdar í havsvimjing

Scaq.blogspot.com og tri247.com vita at siga frá einum pressuskrivi frá Blueseventy, at komandi bannið ímóti ‘superdraktum’ sambært FINA ikki er galdandi fyri “open water” svimjing, um enn FINA enn hevur eftir at avgera, hvørji sløg av klædnastoffi sum sum skulu verða loyvd. Í hesum sambandi talar tiltikni havsvimjarin Petar Stoychev fyri superdraktum sum umboð fyri svimjararnar, av heilt øðrum orsøkum enn tær sum vit kenna frá kappsvimjing í svimjihyli. Teirra størsti trupulleiki er nevniliga sovorðið sum hvalspýggj og sólin, sum heildraktir verja ímóti. Blueseventy virka so yvirbevíst um hvønn veg FINA fer at velja, at teir enda sítt pressuskriv við orðingum sum: “We are pleased that body suits will remain in the sport of open water swimming”

Niðurlendingar skipa fyri stevnu uttan superdraktir, sum fyrireiking til 2010

Tann 27. – 29. november í ár skipa niðurlendingar fyri Eindhoven Swim Cup, við forboð ímóti ‘superdraktum’. Hendan stevna er fyrsti kjansur hjá niðurlendingum at kvalifisera seg til EM í Budapest í 2010, og tí uttan superdraktir, við tað at EM í 2010 verður uttan superdraktir. Les swimnews.com

Kjakið gongur enn um draktirnar

Tað er løgið sum tað enn er lív í kjakinum í superdraktum, nú eftir at tey 175 londini á FINA kongressini í Rom við 168 ímóti 6 atkvøðum mestsum einmælt samtyktu at forbjóða teimum. Á scaq.blogspot.com koyrdi Tony Austin í juli og august meira ella minni eina hetz ímóti avgerðini, og fyri draktunum, sum minnti um ‘ein øvutan Craig Lord’. Og aðra staðni hava tað eisini verið viðmerkjarar sum nú fóru at tala fyri draktunum, hóast tað er rættiliga ringt at koma afturum aftur nú. Hinvegin, so eru tey summi sum ikki vilja bíða til 1. januar, sum t.d. amerikansku ‘High Schools’ og fraklendingar, har fraklendingarnir fyri tað fyrsta vilja forbjóða draktunum í sínum landi longu frá 15. september, og hartil ætla at fáa LEN congressina tann 18.-19. september at samtykkja eitt forboð móti superdraktum á EM í Istanbul í desember.

FINA ásett 1. januar 2010 sum dagin tá ið superdraktirnar rúka

Sambært AP hevur FINA nú ásett 1. januar 2010 sum dagin tá ið menn ikki longur mugu svimja í heildrakt ella langum buksum, og tá ið draktir hjá kvinnum ikki mugu ganga longur niður enn á knæ. Tey ætlaðu annars at bíða til einaferð í apríl ella mai, men hava nú flutt dagin fram til 1. januar, eftir at venjarin hjá Michael Phelps, Bob Bowman, hevur hótt við at taka Phelps púra burtur úr kapping, til draktirnar eru burtur.

Fraklendingar vilja ikki skifta til nýggja FINA listan

Tey ætla sær at halda seg til FINA listan frá 19. mai, sum loyvir t.d. Speedo LZR og TYR, men ikki Jaked J01 og Blueseventy. Og eru annars sambært SwimNews.com nokk so bersøgin um avgerðina hjá FINA, at loyva so gott sum øllum superdraktum við listanum frá 22. juni: “The French federation always works in the best interests of swimmers and swimming. As we know, for the past six months, FINA has been unable to reach a clear and ethical position on suits. The changes in direction, the lack of clarity is destabilising for athletes, teams and national federations.”

Og nú hóttir TYR so við sakarmáli

TYR heldur ikki at FINA arbeiðir í tráð við Dubai sáttmálan hjá sær sjálvum, tá ið tey har fyrst skriva at tey sjálvi skulu gera sína egna óhefta test av svimjidraktum, og síðani loyva summum framleiðarum at koma við argumentum um hví hendan test ikki var nóg góð. Tey siga at draktir hjá teimum vórðu avvístar, sum vóru av sama slag sum draktir hjá øðrum framleiðarum ið vórðu góðkendar, og hótta tí nú við sakarmáli.
Continue reading Og nú hóttir TYR so við sakarmáli