HS vann SMS-stevnuna fyri lið

Tað gjørdist til ein rættiligan greiðan sigur til Havnar Svimjifelag, tá ið SMS-stevnan fyri lið i dag varð hildin í Svimjihøllini í Gundadali. 24 ferðir gull og 8 ferðir silvur, í mun til 9 ferðir gull og 23 ferðir silvur til Ægir, ið vóru feløgini bæði í mannaðu lið hesu ferð. Úrslistalistar og -fílur eru viðfestar.

DSC04235

Óli Mortensen 8:13.42 og gullnál við stjørnu í 800 frí

DSC04230Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag megnaði í dag at svimja seg til gullnál við stjørnu, tá ið hann á SMS-stevnuni fyri lið svam 800 metra frísvimjing uppá 8:13.42, har nálatíðin er 8:13.67. Eitt megnarbragd av unga havnarmanninum, sum ikki fyrr enn næsta ár hevur aldur til EJM.

DSC04198