Small States heiðursmerkjahandan í 4×100 frí

Føroyska liðið fær silvurheiðursmerki her í 4×100 frí hjá kvinnum, á Small States kappingini í Hafnarfirði. Tað er sjálvur Nory Kruchten, forseti í evropeiska svimjisambandinum LEN, sum handar heiðursmerkini. Og Hörður J. Oddfríðarson, forseti í íslendska svimjisambandinum, sum er heiðursmerkjahaldari. Og Lis sum hjálpir honum við torføru uppgávuni.

Føroyar nr 2 á Small States 2010

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Teir ungu svimjararnir úr Føroyum vístu veruliga tenn á evropeisku meistarastevnuni fyri smáar tjóðir, sum var í Íslandi farna vikuskifti. Í seniorbólkinum vunnu tey 6 gull, 12 silvur og 6 bronsu, og í juniorbólkinum 15 gull, 9 silvur og 6 bronsu. Tilsamans gjørdust tey nummar 2 í liðkappingini, aftanfyri vertirnar Ísland, og settu hartil 6 føroysk met og 23 juniormet.

CIMG3865
Continue reading Føroyar nr 2 á Small States 2010