Myndir frá vitjanini í Sørvági í dag

Pál Joensen og Jón Bjarnason vóru sum kunnugt við Slóðaraskipanini í Sørvági í dag, at venja og kappast saman við børnum har vesturi. Ein fínur dagur, har børnini millum annað sloppu at kappast eini 18 í stafett ímóti Páli (tey 33 metrar í part, hann 800 uppá einar 8:14). Og so í stovuna hjá fyrsta flokki at fáa diplom og práta um svimjing.

Svimjitiltak við Pál Joensen í Sørvági í dag

CIMG0186Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Í dag, mikudagin 7. apríl er Slóðaraskipanin hjá Svimjisamband Føroya aftur á vitjan í Sørvági. Hesuferð luttekur Pál Joensen eisini. Pál og venjarin Jón Bjarnason eru á veg til Suðurafrikanska meistarastevnuna, ið byrjar mánadagin. Men áðrenn farið verður á flog, fáa vágafólk møguleika at svimja og venja saman við Páli.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin, og við hesum tiltaki vónar Svimjisambandið at koma í samband við svimjiáhugaði í Vágunum og økja um svimjiáhugan.
Continue reading Svimjitiltak við Pál Joensen í Sørvági í dag

Komi og svimji

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Leygardagin 6. mars er Slóðaraskipanin hjá Svimjisamband Føroya aftur á vitjan í Sørvági. Svimjisambandi var har vesturi 9. januar, og hevði tá eitt sera væleydnað tiltak fyri vágafólki. Hesuferð er tiltakið skipað næstan sum seinast, einasti munur er at frálæran fyrrapartin er býtt í tvey, har kl. 10.00 er tað fyri tey minni royndu, har eru øll vælkomin, tað er bara at møta upp. So klokkan 11.00 verður venjing og frálæru fyri tey, ið eru meira roynd, her er neyðugt at melda til hjá Anniku ella Joan.

CIMG1847
Continue reading Komi og svimji