Video frá Svimjingini um Vánna 2013

Her er video frá Svimjingini um Vánna á Sjómannadegnum 2013, umframt frá heiðursmerkjahandanini. Ein svipsari at hava øll kameraini í bjargingarbátinum, so vit síggja meira bjarging enn kapping, og tað enntá eitt sindur illa av tí at har komu dropar á linsurnar. Men tað verður betur næstu ferð 🙂

Svimjing

Heiðursmerkjahandan

Úrslit frá Svimjingini um Vánna 2013

Her eru úrslitini frá Svimjingini um Vánna 2013, í Klaksvík á Sjómannadegnum í dag hin 17. august 2013. Skjótasti svimjari yvirhøvur var Alvi Hjelm sum svam teinin uppá 2:23.96, meðan Cecilia Wigant Eysturdal var skjótasta kvinna við tíðini 2:36.92. Skjótasti maður yvir 25 ár var Remi Lamhauge við 2:45.63, og skjótastu kvinnur yvir 25 tær báðar systrarnar Annika og Rannvá Jacobsen við somu tíð 3:03.38.

DSC01175
Continue reading Úrslit frá Svimjingini um Vánna 2013

Vát men væleydnað svimjing um Vánna 2013

Tað hevur verið ein nokk so vátur dagur um landið í dag, og Klaksvík var bestemt einki undantak. Men svimjingin um Vánna gekk í øllum førum fínt; tey vóru rættiliga nógv sum lupu á bláman, og øll uttan ein sum komu yvirum eisini. Eg havi ikki formellu úrslitini her hjá mær, men tey fara at koma, saman við myndum og video og sovorðnum.

Start of the Klaksvík 2013 Seaman's Day Swim

Svimjing tvørtur um Vánna á Sjómannadegnum 2013

Sambært skránni fyri Sjómannadagin 2013 verður svimjingin tvørtur um Vánna í Klaksvík nú leygardagin hin 17. august kl 15:25. Kappast verður í bólkum – Menn, Kvinnur (25 ár og eldri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár) – og fyriskipararnir lova stóran vinning. Gevið gætur at hetta er umleið samstundis sum Nólsoyarsvimjingin er.

DSC05573