Upp og niður á OL-úttøkustevnuni í Vejle í dag

Tað gekk eitt sindur upp og niður á fyrstadegnum í Vejle í dag, har svimjarar úr Danmark, Íslandi og Føroyum royndu eftir kravtíðum til EM í vár og OL í summar.

Tríggjar danskar damur kláraðu kravtíð til EM í Budapest í mai, meðan Jeanette Ottesen fór heim við akslaskaða, og onnur vóru heilt nær kravtíðunum.

Alexander Aslak Nørgaard svam skjótari enn danska EM-kravið í 1500 frí, fyri síðani at verða kolldømdur fyri tjóvstart, íslendska Snæfríður Sól Jórunnardóttir svam seg til EM og skjótari enn B-kravið til OL, og Signhild Joensen mátti melda frá í 200 rygg.

Sum skilst verður Signhild tó við í 50 rygg í morgin og í 100 rygg í ovurmorgin, vit vóna tað besta.

Úrslitini frá OL-úttøkustevnuni í Vejle síggjast her

Signhild til OL-úttøkustevnu í Vejle 5. – 7. mars 2021

Danska svimjisambandið skipar hin 5. til 7. mars 2021 fyri OL-úttøkustevnu í Vejle, fyri teimum svimjarum sum eru nærmast donsku kravtíðunum til OL í Tokyo í summar.

Kravtíðirnar eru so mikið ógvusliga harðar til hesa úttøkustevnu, at tey yvirhøvur eru bara millum 1 og 8 sum eru tilmeldaði í hvørjari grein – harav føroyska Signhild Joensen úr Ægir er styrkismett sum nr 6 í 50 og 100 rygg, og nr 3 í 200 rygg.

startlistan her umframt tíðindi her á SwimNews.dk

Kvik Kastrup hart rakt av korona

Danska svimjifelagið Kvik Kastrup er hart rakt av koronasmittu, nú tilsamans 23 børn og vaksin eru testað postiv aftaná heystferiuna. Tey vóru eini 30 sum fóru á venjingarlegu í Jútlandi í heystfrítíðini, harav 19 nú eru smittaði við korona, umframt at eini 4 onnur hava fingið smittuna av øðrum orsøkum.

Føroyska Signhild Joensen er limur í hesum svimjifelagi, men er sum skilst ikki rakt av hesi smittu, vælsagtans serliga tí at talan var um ein annan og yngri venjingarhóp. Tey smittaðu eru av góðum grundum sett í sóttarhald, og kunnu ikki møta aftur fyrr enn tey tvær ferðir eru testaði negativ.

Lesið t.d. TV2 og heimasíðuna hjá Kvik Kastrup

Signhild til World Cup 2019 í Berlin

Signhild Joensen er í hesum døgum í Berlin í Týsklandi, har hon næstu tríggjar dagarnar skal royna seg á World Cup stevnu. Sí fina.org, umframt beinleiðis stroyming á finatv.live

Signhild í Berlin, hon eigur sjálv myndina

Signhild skal luttaka í teimum trimum rygg-greinunum

Startlistar og úrslit síggjast her á omegatiming.com

Signhild 2:19.20 í 200 rygg á World Cup í Tokyo

Signhild Joensen royndi seg í nátt í 200 metra ryggsvimjing á World Cup 2019 stevnuni í Tokyo, og svam har teinin uppá 2:19.20. Hon eigur føroyska metið á 2:14.01 frá Danish Open í 2017, og er besta tíð hjá henni í ár 2:16.42 frá Bergen Swim Festival 2019. Sí úrslitalistan her.

Signhild 1:04.14 í 100 rygg á World Cup í Tokyo

Signhild Joensen royndi seg í aftur í nátt á World Cup stevnuni í Tokyo, og svam seg har til 1:04.14 í 100 metra ryggsvimjing. Tað er umleið sama tíð sum hennara 1:04.04 á HM í Gwangju, har besta tíð hjá henni annars er føroyska metið á 1:03.01 frá Bergen Swim Festival í 2018 og 2019. Sí úrslitalistan her.

Signhild og Magnus víðari til finalu í 50 rygg í Saint-Dizier

Fyrstu riðlar vórðu avgreiddir á stevnuni í Saint-Dizier í dag, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Í 50 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir seg víðari til A-finaluna í morgin, við tíðini 29.14 sekund, meðan Magnus Jákupsson sum svimur fyri Danmark eisini kom í A-finalu í morgin við tíðini 25.52 sekund, eisini í 50 rygg. Sí CoSaint-Dizier Natation á Facebook

Continue reading Signhild og Magnus víðari til finalu í 50 rygg í Saint-Dizier

FINA kunngjørt uppskot til kravtíðir til OL í Tokyo 2020

FINA hevur kunngjørt hetta skjal um kravtíðir til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo, sum væl at merkja fyrst skal endaliga góðkennast í desember 2018. Fyri okkum føroyingar er tað mest áhugaverda, at Signhild Joensen úr Ægir hevur svomið skjótari enn kravtíðin í 200 metra ryggsvimjing!

Continue reading FINA kunngjørt uppskot til kravtíðir til OL í Tokyo 2020