Ægir-kvinnur 4:03.56 og føroyskt met í 4×100 frí

Ægir-kvinnur settu í dag nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing, tá ið tær á triðja degi av FøroyaMeistarastevnuni á langgeil 2017 svumu teinin uppá 4:03.56. HS-kvinnur áttu metið á 4:04.84, frá FM á langgeil í fjør. Tær sum svumu nú fyri Ægir, vóru Signhild Joensen, Jana B. Thomsen, Barbara Debes og Ásbjørg Hjelm.

Úrslit frá JM/MU 2017

Her er úrslitalistin frá JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni fyri Ung 2017, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú í vikuskiftinum hin 12. til 14. mai. Ein stevna har serliga Ægir skaraði framúr, við Rebekku Trygvadóttir sum mest vinnandi svimjara, umframt at Vár Eidesgaard úr HS og Signhild Joensen úr Ægir settu føroysk met.

Continue reading Úrslit frá JM/MU 2017

Signhild 2:15.69, HM-kravtíð og stórt nýtt føroyskt met í 200 rygg

Signhild Joensen setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin uppá 2:15.69. Ein betring á heili 2,42 sekund, í mun til metini hjá Sáru R. Nysted á 2:18.11 frá Reykjavík International í 2016, og á 3,92 sekund í mun til bestu tíð hjá Signhild sjálvari fra Danish Open í fjør. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík.

Continue reading Signhild 2:15.69, HM-kravtíð og stórt nýtt føroyskt met í 200 rygg

Signhild 29.98 og føroyskt met í 50 rygg

Signhild Joensen setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,98 sekund. Hon átti sjálv metini á 30,07 sekund, og er hon sostatt eisini fyrsta føroyska kvinna nakrantíð undir 30 sekund í 50 rygg á langgeil. Signhild svimur fyri Ægir.

Continue reading Signhild 29.98 og føroyskt met í 50 rygg

Signhild 1:03.59 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam seg í A-finaluna við næstbestu tíð av øllum, 1:03.59 aftanfyri bara danska OL-heiðursmerkjavinnaran Mie Ø. Nielsen. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík. Sí úrslitalistan her.

Continue reading Signhild 1:03.59 og føroyskt met í 100 rygg

Útlit til føroysk heiðursmerki á Danish Open 2017

Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Danish Open 2017, sum verður í Bellahøj Svømmestadion frá 1. til 5. apríl. Og har eru sum vant útlit til heiðursmerki eisini til føroyingar.

Untitled

Continue reading Útlit til føroysk heiðursmerki á Danish Open 2017

Signhild 2:13.11 og føroyskt met í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á HS-stevnuni í Svimjihøllini í Gundadali svam teinin uppá 2:13.11. Hon átti sjálv metini á 2:14:74, frá Ægir-stevnu í februar mánaða. Sí úrslitalistan her

Signhild 2:19.80 og nýtt føroyskt juniormet í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, við at svimja teinin uppá 2:19.80. Birita Debes átti juniormetið á 2:20.20 frá Føroyameistarastevnuni 2011. Og Signhild hevur samstundis svomið seg til silvurnál við stjørnu. Sí úrslitalistan her á livetiming.dk

Signhild Joensen 2:25.22 og juniormet í 200 rygg

Sunnumorgunin megnaði Signhild Joensen úr Ægir at seta stórt nýtt føroyskt juniormet, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung svam 200 metra ryggsvimjing uppá 2:25.22. Birita Debes átti føroyska juniormetið á 2:30.53, frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í 2010. Sí úrslitalistan her.

Signhild vann riðilin uttan at brúka armarnar

Signhild Joensen úr Ægir gjørdi nakað óvæntað í 2. riðli í 200 frísvimjing tá hon frá byrjan legði seg á ryggin og sparkaði seg fyrst á mál. Tíðin hjá henni var 2:45.42, nakað spakuligari enn Cecilia, Victora, Lív og hinar í 3. og síðsta riðli, men ikki sørt imponerandi at svimja so skjótt uttan brúk av ørmum. Sí video av riðlinum her.