Lochte og teir brutu vesihurð og bardust við trygdarvørð, sigur brasilska løgreglan

ABC News fortelur nú her, at brasilska løgreglan hevur yvirvøkuvideo sum vísir ein av teimum bróta inn í eitt vesi á eini bensinstøð har í býnum, og síðani berjast við ein trygdarvørð har.

Ryan Lochte skaddur í samanstoyti við fjeppara

USA Today skrivar her at amerikanska svimjistjørnan Ryan Lochte nú noyðist at avlýsa kappingar hesumegin jól – íroknað Duel in the Pool í Manchester – eftir at ein kvinnuligur fjeppari í Florida bókstaviliga rann inn í hann. Tað var ein tannáringur sum rann ímóti honum, Ryan loftaði henni men tey duttu bæði so at hann slóð knæið í ein kantstein, og sleyt harav eitt liðband umframt at forstrekkja eitt krossband. Tey vænta at hann kemur heilt fyri seg aftur, men nú er so pausa eina tíð frá bæði venjing og kapping.

Ryan Lochte

Image courtesy of Toby and Tai Shan, CC BY 2.0

Ryan Lochte krasjaði á skutara inn í liðfelaga í morgun

The Daily Reezy veit at siga at Ryan Lochte í morgun rendi við skutara inn í ein liðfelaga úr Florida Gators. Marco Loughran mátti á sjúkrahús við innvortis skaða, men er vist nokk ókey. Lochte smekkaði knæið í, men er eisini mest sannlíkt OK.

Gary Hall Sr tosar við Ryan Lochte

Tað verður ikki nógv meira ‘laid back’ enn tá ið hesir báðir tosa saman. Um hædd og mytuna at tú skalt vera høgur fyri at kunna svimja. Um skurviðgerina hjá Lochte í knænum, um at eta sunt, og annað. Hatta aftanfyri er ein uttandura langhylur. Og hatta sum skínir niður á teir kallast sólin. Hmf.

Spennandi videokapping á USA Swimming

Nú er at fylgja við á usaswimming.org, har amerikanska svimjisambandið leitar eftir næstu bestu America’s Swim Team video. Tað er besta 30 sekund langu video, sum lýsir hvat tað merkir fyri fólk ‘over there’, at vera á America’s Swim Team. Har er eisini hendan frálíka video við Ryan Lochte, har hann troppar upp til innanhýsis kapping hjá Rose Bowl Aquatics, svimur eitt sindur og gevur góð ráð sum “listen to your coach” og “have fun”.

Ryan Lochte yvirraskar nakrar ungar svimjarar

Amerikanska svimjistjørnan Ryan Lochte kløkkaði herfyri nøkur børn har yviri, við at møta upp til venjingina hjá teimum, hoppa útí og geva teimum venjing, og hava gávur við til teirra. Her er vist nokk eitt sindur av ‘product placement’ krógvað í videoini, umframt lítið innlit í hansara ‘crib’. Gotta love his comment: “I just want other kids to know that I’m a normal person.”

Býtt tweet frá Lochte

SCAQ bloggan skrivar “Quit being a jackdass!” um amerikanska Ryan Lochte, eftir at hesin á Twitter skrivaði “Just cruisin down the road… Wit my boi @rexgator44 !! Ya dig!! Jeah!!!” … við tilvísing til myndina av speedometrinum, ið vísti 166 MPH (267 km/t). Universal Sports skrivar eisini um hendingina, og hevur hug at knýta tað saman við nýfingna Audi R8 v10 sportsvogninum hjá Lochte, sum hann fekk mánadagin har hann tweetaði hetta mikudag.