Enn stór skuld eftir HM í Rom

Samlaða skuldin frá heimsmeistarastevnuni í Rom í fjør summar varð sambært SwimNews.com tilsamans 12.7 milliónir evrur, ella smáar 95 milliónir krónur. Av teimum hevur italska svimjisambandið goldið 1.75 milliónir evrur, ella umleið 13 millónir krónur, meðan býurin Rom ikki enn hevur goldið tær 1.688 millónir evrur sum tey í øllum førum skylda. Okkurt sum Craig Lord kallar “Italy’s public purse” skal gjalda aðrar 3 millónir evrur… og eftir eru so einar 6.2 milliónir evrur, ella yvir 46 milliónir krónur, sum eingin enn sigur seg eiga ábyrgdina av.

HM í Rom hevði eitt hall uppá 9.5 milliónir evrur

Heimsmeistarastevnan í Rom í summar gav sambært SwimNews.com eitt undirskot uppá 9.5 milliónir evrur, ella umleið 70.6 milliónir krónur. Av hesum skulu italska svimjisambandið FIN og býurin Rom gjalda 3.4 milliónir evrur, ella einar 26.8 milliónir krónur, meðan staturin so tekur sær av restini. Og hetta er altso bara undirskotið, sum má merkja at samlaði kostnaðurin hevur verið væl størri.

Dara Torres gevur nøkur góð ráð til ‘gamlar’ svimjarar

42 ára gamla Dara Torres vann 3 silvurheiðursmerki á OL í Beijing í fjør, og kláraði seg eisini at svimja seg í finalur á HM í Rom í summar, við bestu tíð í 50 frí á 24.43 (á langgeil!), hóast knæið vegna gikt var hovið til tað dupulta. Her á health.msn.com gevur hon nøkur góð ráð til íðkarar yvir 35 ár, um at duga at taka pausu onkuntíð, lurta eftir kroppinum, um at styrkivenja, venja ‘snildari’ heldur enn harðari, og brúka sína erfaring til at vinna á teimum yngru.

Kukors skal nú venja seg av aftur við superdraktirnar

Amerikanska Ariana Kukors fekk sítt gjøgnumbrot á HM í Rom í summar, tá ið hon vann gull í 200 blandað, og tvær ferðir betraði um heimsmetið sum avstralska Stephanie Rice annars átti. The Washington Post hevur eina áhugaverda grein her á reachforthewall.com, har hon og venjarin Hutchinson greiða frá hvussu tey miðvíst testaðu ymiskar ‘superdraktir’, og broyttu teknikkin hjá henni til at hóska til draktina.

It didn’t take great insight to notice that the impermeable suits worked as pure flotation aids, Hutchison said, helping swimmers keep their feet up with less effort. That, in turn, allowed Kukors to hold her head higher without losing that body position. And the high head, Hutchison realized, provided a significant strength boost to her stroke.

How? By allowing her to utilize her pectoral muscles more fully. (To make the scientific theory more plain, he said, consider how a person executes pull-ups when fatigued — by throwing the head back to get more power from the pecs).

Another change came in the tempo of Kukors’s breaststroke kick — she slowed it down to take advantage of the speed at which she could move with her legs closed. Particularly with the Jaked suit, which Kukors wore at the world championships, Kukors seemed to be able to glide faster and longer underwater.

“I think the majority of swimmers and coaches didn’t make any changes and either got lucky and got a big benefit or got unlucky and got no benefit,” Hutchison said. “We tried to be proactive and learn what works with the suits.”

Nú er støðan tó ørvísi, við tað at superdraktirnar verða forbodnar tann 1. januar 2010, og hon tí skal til at avlæra tað sum hon hevur lært seg síðsta árið. Hutchinson heldur tó ikki at tað verður so øgiliga torført, við tað at hon ‘bara’ skal venda aftur til tað hon gjørdi upprunaliga, áðrenn draktirnar.

Eingin varð tikin fyri doping í Rom

Altjóða svimjisambandið FINA upplýsir í tíðindaskrivi her, at allar tær 391 dopingtestirnar vóru negativar, sum vórðu tiknar í leypi av heimsmeistarastevnuni í Rom herfyri. 252 testir vóru frá sjálvari kappsvimjingini, 30 frá havsvimjingini, 33 frá lop av vippu, 11 frá synkronsvimjing, og 65 frá vatnpolo.

Steve Parry vísir stríðið av at lata seg í superdrakt

Tit minnast kanska niðanfyri standandi video hjá mær, frá svimjikappingini hjá journalistum. Tilfeldigvís er Steve Parry ein av luttakarunum í riðlinum, og á BBC kunnu tit so síggja, hvussu tað gekst honum at koma niður í superdraktina. Har er eisini ein onnur áhugaverd video, har James Munro forklárar eitt sindur um hvussu superdraktirnar rigga.


Continue reading Steve Parry vísir stríðið av at lata seg í superdrakt

Flestu HM vinnarar vóru í Arena X-Glide

Craig Lord á SwimNews.com hevur talt upp, hvørjar superdraktir ymisku heiðursmerkjavinnararnir vóru í á heimsmeistarastevnuni í Rom, og eisini hvørjar draktir sum vórðu nýttar til at seta heimsmet í. Úrslitið var ein ein greiður sigur til Arena X-Glide, við Jaked J01 á øðrum plássi og Speedo LZR á triðja, hóast Arena handilin so gott sum ikki var opin í leypi av HM.

Drakt Gull Silvur Bronsa Tilsamans
Arena X-Glide 14 12 10 36
Jaked J01 9 12 16 37
Speedo LZR 6 2 7 15
Adidas Hydrofoil 4 6 1 11
Descente Aquaforce 1 2 1 5

Continue reading Flestu HM vinnarar vóru í Arena X-Glide

Móttøka fyri Biritu á Toftum

Nes Kommuna og Svimjifelagið FLOT skipaðu í gjárkvøldið fyri almennari móttøku fyri Biritu, nú hon kom heim aftur úr Rom. Ein hugnalig løta við røðum frá borgmeistarunum í Nes Sóknar Kommunu og Runavíkar Kommunu, løgtingsmanninum Alfred Olsen, og forkvinnuni í FLOT. Og undirritaði nýtti eisini líka høvið, til at biðja um gólv at venja á 🙂

SANY0835