Pál fyrsti svimjari í heiminum at klára kravtíð til OL 2016 í 1500 frí

FINA hevur nú kunngjørt fyrsta lista yvir hvørjir svimjarar sum hava klárað kravtíð til OL í Rio 2016, síðani kravtíðarskeiðið byrjaði hin 1. mars 2015 og fram til 29. mars. Og har var bara tann éini svimjarin í øllum heiminum sum kláraði A-kravtíð hendan fyrsta mánaðin.


Continue reading Pál fyrsti svimjari í heiminum at klára kravtíð til OL 2016 í 1500 frí

Danir kunngjørt kravtíðir til OL í Rio

Danska Svimjisambandið hevur í dag kunngjørt tær kravtíðir og tær kravtíðarstevnur, sum tey saman við Dansk Idrætsforbund eru komin ásamt um til OL í Rio í 2016. Kravtíðirnar eru í flestu førum harðari enn tær A-kravtíðir sum FINA hevur ásett, og kunnu einans klárast á HM í Kazan, Danish Open 2016 og EM í London 2016.

Dansk Svømmeunion


Continue reading Danir kunngjørt kravtíðir til OL í Rio

IOC vil loyva íðkarum at hava egnar sponsorar runt OL

Altjóða olympiska nevndin IOC er eftir øllum at døma við at bloytast í spurninginum um lýsingar runt Olympisku Leikir, tí á fundi í Rio her í vikuni kom eitt uppskot um at loyva íðkarum at hava egnar egnar lýsingar runt OL.


Continue reading IOC vil loyva íðkarum at hava egnar sponsorar runt OL

IOC raðfestir nú svimjing, fimleik og frælsan ítrótt ovast millum OL-greinar

Altjóða Olympiska nevndin IOC hevur í dag kunngjørt ein nýggjan býtislykil, har tey við 5 bólkum raðfesta hvussu nógv tær ymisku ítróttargreinarnar skulu stuðlast fíggjarliga, av tí fíggjarliga avkasti sum Olympisku Leikir skapa. Svimjing og fimleikur vóru stóru vinnararnir, við tað at hesar greinar nú verða raðfestar eins høgt og frælsur ítróttur, sum annars í nú farnu skipanini lá einsamalt ovast.

Tær 28 ítróttargreinarnar verða bólkaðar soleiðis:

  1. Frælsur ítróttur, svimjing og fimleikur
  2. Kurvabóltur, súkkling, fótbóltur, tennis og flogbóltur
  3. Bogaskjóting, badminton, boksing, judo, rógving, skjóting, borðtennis, vektlyfting
  4. Kano/kajak, ríðing, fikting, hondbóltur, hockey, sigling, taekwondo, triathlon, glíming
  5. Modernaður fimmkampur, golf og rugby

Bólkingin er eftir øllum at døma grundað á hvussu nógv IOC metir (ella veit) at ymisku ítróttargreinarnar geva í kassan. Altjóða svimjisambandið FINA vísir í dag í tíðindaskrivi á at svimjingin er garantur fyri stórslignum stevnum bæði á Olympisku Leikum og millum Leikirnar, við luttøku av teimum allarbestu íðkarunum sum ítrótturin hevur at bjóða, frá fimm heimspørtum.

Vit vita eisini at svimjistevnan seldi væl á OL í London, bæði tá ið tað kom til áskoðarar á staðnum, og hyggjarar í sjónvarpinum. Serfrøðingarnir vænta nú at frælsur ítróttur fer at fáa minni í sín lut, enn tey fyrr hava fingið, til fyrimuns fyri svimjing og fimleik. Men her skal tó nevnast, at OL í London var ein stór succés fíggjarliga fyri IOC, við eini inntøku á 520 milliónir dollarar, í mun til $296 milliónir frá OL í Beijing í 2008 og $256 milliónir frá OL í Athen í 2004.

Les t.d. ESPN

IOC stúrir fyri støðuni hjá OL í Rio 2016

Altjóða Olympiska nevndin ávaraði í dag fyriskiparunum av OL í Rio 2016 at ‘tíðin gongur’, og at tey tí mugu leggja allar kreftir í verkætlanina, um fyrsta OL í Suðuramerika skal verða væleydnað. Støðan ljóðar rættiliga ógreið – fyriskipararnir hava ikki enn eitt nágreiniligt tal fyri hvussu nógv leikirnir fara at kosta, kostnaðarætlanin verður fyrst kunngjørd einaferð næsta ár, tað vísir seg nú at rugby-økið má flytast, og tey liggja í sak um økið har golf skal verða. Umframt at búskaparliga støðan sum heild ikki er for góð í Brasil. Les t.d. Los Angeles Times

“Our message remains: There is time, but time is ticking, and they need to carry on attacking this one with all vigor,” IOC spokesman Mark Adams said in an unusually blunt public statement about an Olympic organizing committee.