Paulus Wildeboer vísir hvussu tey venja í Leadville

Danski landsliðsvenjarin, Paulus Wildeboer, vísir her lokalum fólkum í Leadville, hvussu hansara svimjarar venja. Hann greiðir frá, at gamla mytan um, jú harðari tú venur tess betur verður tú, er skeiv. Í hansara huga eigur tað at vera, at tess betur tú venur, tess betri verður tú. Wildeboer leggur aftrat, at fyrr hevði man nógva aeroba venjing, áðrenn man gjørdi anaeroba venjing. Nú verður anaerob venjing lagd í venjingini beinanvegin. Í videobrotinum verður víst dømi uppá hetta. Man sær eisini Wildeboer fýsa eftir Lotte Friis (6 min 50 sek).


Continue reading Paulus Wildeboer vísir hvussu tey venja í Leadville

Rikke Møller Pedersen fær mált hæmoglobin í Flagstaff

Danski bringusvimjarin Rikke Møller Pedersen er her til kanning fyri hæmoglobin-virði í blóðinum, ímóti endanum av hæddarlegu í Leadville og Flagstaff, til at fáa staðfest hvussu nógv sovorðið hjálpir henni. Tíverri fáa vit ikki at vita úrslitið av hesum í hesi video, men áhugavert at síggja hvussu nógv danir leggja fyri, til at hjálpa sínum bestu.

Lotte og Rikke brúka nú eisini ilttelt

Another on TwitpicDonsku Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen hava nú fingið sær illtelt heima í sovikamarinum, sum fyrireiking til klassiskar hæddarlegur, og til at halda blóðvirðini uppi sum longst eftir hæddarleguni.Team Danmark hevur annars kritisera nýtsluna av iltteltum heilt fram til 2009, men hevur nú sambært Lars Johansen á Team Danmarks testcenter broytt støðu:

Det er en åbning for, at danske atleter kan benytte den lovlige teknologi, der er til rådighed. Vi forsøger det på nogle navngivne atleter, som vi ved har erfaring med højdetræning.
Continue reading Lotte og Rikke brúka nú eisini ilttelt