Úrslit frá Reysta-stevnuni 25. oktober 2014

Viðfest eru úrslit frá svimjistevnuni nú leygardagin 25. oktober 2014, sum svimjifelagið Reysti skipaði fyri í skúlanum í Leirvík. Samanumtikið vann vertsfelagið Reysti flest gullheiðursmerki, Suðuroyar Svimjifelag næstflest og Havnar Svimjifelag triðflest. Mest vinnandi svimjari var Rebekka Trygvadóttir úr Reysti sum vann 5 gullheiðursmerki, og mest vinnandi svimjarin hjá dreingjum Jónas Hansen eisini úr Reysti sum vann 4 gullheiðursmerki og 1 úr silvuri.


Continue reading Úrslit frá Reysta-stevnuni 25. oktober 2014

Innbjóðing til Reysta stevnu í Leirvík, leygardagin 25. oktober 2014

Svimjifelagið Reysti bjóðar til svimjistevnu leygardagin hin 25. oktober 2014, í svimjihøllini í Leirvíkar Skúla. Kappingin er fyri 2 og 3 gentur, og 3 og 4 dreingir, ella børn fødd í 2002 og seinni.

Tey yngru byrja við upphiting kl 12:45 og kapping kl 13:30, og tey eldru so tá ið tey yngru eru liðug. Tað burdi tikið umleið 2 tímar fyri hvønn bólkin, alt eftir hvussu nógv melda til. Sí viðfestu innbjóðing.

Úrslit frá Reysta-stevnuni 5. apríl 2014

Viðfestur er úrslitalistin frá svimjistevnuni í Leirvík nú leygardagin 5. apríl 2014, sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri, fyri okkara yngstu aldursbólkar. Úrslitið varð at vertsfelagið Reysti vann so syngjandi, 21 gull, 14 silvur og 16 bronsu, har mest vinnandi svimjarar vóru Rebekka Trygvadóttir og Jónas Hansen úr Reysti við ávikavist 6 og 5 gullheiðursmerkjum.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

Gull Silvur Bronsa
Reysti 21 14 16
Suðuroyar Svimjifelag 7 13 4
Fuglafjarðar Svimjifelag 2 5
Havnar Svimjifelag 2
Tilsamans 28 29 27

Continue reading Úrslit frá Reysta-stevnuni 5. apríl 2014