Talentlandslið úttikið til Reykjavik International 2008

Talentlandsliðslega hevur verið í Klaksvík í vikuskiftinum, og í hesum sambandi tóku teir báðir venjararnir, Rúni Gaardbo og Johan Martin Poulsen, út fylgjandi svimjarar, at fara fyri Svimjisamband Føroya til Reykjavik International 2008 í januar:

  • Frá HS: Bjørg Seloy, Dagmar M. Winther og Magnus Jákupsson
  • Frá Ægir: Monika Biskopstø, Cecilia Eysturdal og Bjarni M. Petersen
  • Frá FS: Hildur á Fløtti og Poula Ø. Mohr
  • Frá FLOT: Astrið Foldarskarð og Birita Debes
  • Frá SuSvim: Katarina S. Lamhauge, Jón Hofgaard og Helena Sævarsdóttir

Talentlandslidsvenjing des 2008_0075

(Talentlandsliðið 2008. Á myndini vænta Hildur á Fløtti og Helena Sævarsdóttir, ið sum kunnugt eru til NJM í Södertälje í løtuni)
Continue reading Talentlandslið úttikið til Reykjavik International 2008

18 føroysk met, 3 gull, 3 silvur, 4 bronsu

So góð var úrtøkan hjá Suðuroyar Svimjifelag á langteinastevnuni Reykjavíkar International 2008. Jón Bjarnason rósti serliga Maluna V. Bærendsen í Útvarpinum, fyri at hava sett 7 føroysk met í trimum greinum og sum heild at hava svomið gott alt vikuskiftið; men helt tó eisini sum heild at tey øll høvdu rós uppiborið. Lesið um metini her á susvim.com.

9 føroysk met sett í Reykjavík til nú

Dánjal Martin, Malan, Pál og Shaila hava sett hvør sítt føroyska met í morgun, í ávíkavist 100 bringu (1.10.94), 200 bringu (2.51.39), 200 firvald (2.18.05) og 100 firvald (1.09.87). Hartil svam Malan eina tíð í innleiðandi 50 bringu í gjár, sum átti at hava verið føroyskt met við tíðini 36.60, men sum vegna tekniskar trupulleikar hjá fyriskiparunum gjørdist bara 38.67. Lesið m.a. frásøgn hjá Susvim-venjaranum á susvim.com. Continue reading 9 føroysk met sett í Reykjavík til nú

Eitt føroysk met afturat í Íslandi

Pál Joensen betraði um sítt met í 1500 frí á langbana, við at svimja teinin í tíðini 16.05.02, har gamla metið hjá honum var 16.11.91. Vit frætta sum slatur at teir vóru ikki heilt nøgdir við tíðina har yviri í Íslandi, men tað var so met, umframt at hann vann so syngjandi á hinum luttakarunum. Nummar tvey var nevniliga 1 minutt og 10 sekund aftanfyri, við tíðini 17.15.39.

Susvim til Íslands í vikuskiftinum

Sum tit kunnu lesa her á susvim.com og á Portalinum, so fer Suðuroyar Svimjifelag í vikuskiftinum at luttaka á svimjistevnuni Reykjavik International, har tilsamans 260 svimjarar úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Niðurlondum og Føroyum taka lut. Til ber at lesa (á enskum) um stevnuna her á heimasíðuni hjá íslendsku Ægir, taka niður startlistan her, og fylgja við ‘live’ úrslitum frá stevnuni her.

Talan er um kapping i 50 metra hyli, um ikki tey velja at svimja breiddir. Tí hylurin er faktiskt heilir 25 metrar upp á tvørs, og tað hevði tí í prinsippinum borið til at havt einar 20-25 geilar á 25 metrum, um tey svomið breiddir heldur enn longdir :-).

Um vit skimma skjótt gjøgnum startlistan, so síggja vit at suðuroyingarnir (sum væntað) liggja rættiliga væl fyri serliga í longri frí greinunum:

  • Shaila millum Garðarnar nr 2 í 50 frí (27.94)
  • Pál Joensen nr 1 í 1500 frí (16.11.91)
  • Mona Simonsen nr 2 í 800 frí (9.18.65)
  • Pál Joensen nr 1 í 400 frí (4.06.37)
  • Pál Joensen nr 3 í 200 firvald (2.16.10)
  • Mona Simonsen nr 4 í 200 frí (2.12.45)
  • Mona Simonsen nr 2 í 400 frí (4.34.47)
  • Pál Joensen nr 4 í 200 frí (1.56.88)