Úrslit frá Silva Cup í dag

Viðfestur er úrslitalistin frá Silva Cup hjá Reka í Leirvík í dag, umframt RE-fílan til hagtalsbrúk. Samlaða úrslitið varð (við fyrivarni… talt í hond…) at HS vann stevnuna við 12 gull, 6 silvur og 11 bronsuheiðursmerkjum, meðan FS varð nr 2 við 11 gull, 6 silvur og 6 bronsu, og SuSvim varð nr 3 við 7 gull, 8 silvur og 8 bronsu.

Felag Gull Silvur Bronsa
Havnar Svimjifelag 12 6 11
Fuglafjarðar Svimjifelag 11 6 6
Suðuroyar Svimjifelag 7 8 8
Svimjifelagið Reki 4 8 2
Ægir 4 7 6
Svimjifelagið FLOT 2

Innbjóðing til Reka stevnu 24. oktober 2009

“Leirvíkar svimjifelag Reki bjóðar øllum svimjarum í bólk 2 og 3 til svimjistevnu í Leirvík tann 24. Oktober 2009. Vit hava avgjørt at býta bólk 3 hjá dreingjum í tvey, so at 1999 og yngri svimja í einum bólki, ið vit kalla 4. Kappast verður á 16 og 33 og 66 metrar teininum. Kappingin er opin, men úrslitini verða bólkabýtt.”

Les meira í viðfestu innbjóðing. Tilmeldingarfílan kemur ein av fyrstu døgunum, heilsa tey úr Leirvík.