Muñoz slapp fyribils við eini ávaring

Spanski Rafael Muñoz Pérez var sum kunnugt í vanda fyri at fáa 2 ára dopingkarantenu vegna brot á “whereabouts” reglurnar, av tí at hann eftir HM í fjør fór út at ferðast við vinum, uttan at fortelja dopingmyndugleikunum hvar hann var. Nú hevur FINA Doping Panel valt at lata hann sleppa við eini ávaring, tí at tey meta hendingina sum “a personal situation”, og loyva honum tí frítt at luttaka á til dømis EM í Budapest. Men allar súðir eru ikki syftar enn, WADA kann velja at kæra avgerðina, og Craig Lord á SwimNews er í øllum førum ikki glaður um avgerðina.

DSC_0144

Muñoz Pérez møguliga 2 ára karantænu fyri brot á ‘whereabouts’

Spanski Rafael Muñoz Pérez umhugsaði at gevast við svimjingini eftir HM í Rom í fjør, og fór tí eftir øllum at døma út at ferðast saman við vinum, uttan at boða altjóða svimjisambandinum og antidopingsambandinum frá at hann var givin, og uttan støðugt at senda inn upplýsingar um hvar hann var. Hetta er klárt brot á antidopingreglurnar, og spurningurin er tí mest um karantænan verður 2 mánaðir, 2 ár ella okkurt inn í millum. Muñoz Pérez eigur sum kunnugt heimsmetið í 50 firvald í 50 metra hyli, á 22.43 frá stevnu í Malaga í apríl í fjør. Les her á SwimNews.com.

DSC_0144

Heimsmet til Muñoz Perez

Apropos apropos, so sorlaði spanski Rafael Muñoz Perez í dag heimsmetið hjá Roland Schoeman í 50 firvald, tá ið hann við tíðini 22.43 svam meira enn eitt ½ sekund undir gamla heimsmetið á 22.99, á sponsku meistarastevnuni í langhyli. Aschwin Wildeboer, sonur danska landsliðsvenjaran, sum venur í Danmark, setti eisini evropamet í 100 rygg, við at svimja 52.93 har evropeiska metið hjá russiska Arkady Vyatchanin var 53.06. Les SwimNews.dk her og her.


Continue reading Heimsmet til Muñoz Perez

Nýtt evropamet í 100 firvald hjá monnum

Apropos søguna um Jaked draktirnar fríggjadagin, so setti spanski Rafael Muñoz Perez í gjár nýtt evropeiskt met í 100 firvald, við tíðini 50.54 á sponsku meistarastevnuni í langhyli. Serbiski Milorad Čavić átti gamla evropametið, frá tá ið hann á OL í Beijing tapti við éinum hundraðparti á Michael Phelps, vegna eitt vánaligt innslag. Les swimnews.dk