Poula 28.52 og nýtt føroyskt met í 50 firvald

Poula Øssurdóttir Mohr setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni í Barcelona svam teinin uppá 28.52 sekund. Hetta er stór betring av metinum í mun til tær 28.94 sum Astrið Foldarskarð svam á Danish Open í mars mánaða, og enn størri persónligt met hjá Poulu. Tíðin rakk til eitt 41. pláss av 60 luttakandi, sí úrslitalistan her.

DSC01029

Sætti dagur á BCN2013

Ein stutt briefing úr bussinum á veg niðan á Montjuïc. Føroyska luttøkan í dag er Poula Øssursdóttir Mohr, sum fer at svimja 50 firvald nakað eftir klokkan 09:24, føroyska tíð, í næstu kapping í morgun, riðli 3, geil 6. Besta tíð hjá henni er 29.05, Astrið Foldarskarð eigur føroyska metið sum er 28.94 frá Danish Open í mars mánaða.

Poula 1:04.58 og stórt nýtt føroyskt met í 100 firvald

Poula Øssursdóttir Mohr sett í morgun stórt nýtt føroyskt met í 100 metra firvaldasvimjing, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni á langgeil í Barcelona svam teinin uppá 1:04.58. Hon átti sjálv føroyska metið, sum var 1:05.92 frá Mare Nostrum stevnuni fyrr í ár. Splitt-tíðin hjá Poulu var 29.78 við 50 metrum, sí úrslitalistan her.

DSC00363

Her er eitt stutt videobrot við Poulu aftaná metið. Eg burdi ikki filmað ímóti ljósinum, men tað er so tað

Og her er Hestoy. Hatta sum eg helt meg minnast var ikki heilt 100% rætt … Poula tók metið frá Biritu við bara 4 hundraðpørtum á Mare Nostrum; men áðrenn tað hevði Birita á Danish Open í vár tikið tað niður frá 1:08.17, sum Shaila svam á HM í Rom í 2009.

Poula 1:05.92 og føroyskt met í 100 firvald

Poula Øssursdóttir Mohr setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona svam teinin uppá 1:05.92, har metið hjá Biritu Debes frá Danish Open í mars mánaða var 1:05.96. Sí úrslitalistan her.

Poula Ø. Mohr í hylinum í Barcelona

Bólturin um úrslitini í Føroyum og í Íslandi

Rókur var at hoyra í útvarpsendingini “Bólturin” seinnapartin í gjár, har hann tók samanum úrslitini hjá Óla Mortensen og Bartali Hestoy á íslendsku meistarastevnuni og frá metinum hjá Poulu Ø. Mohr í 100 firvald, umframt at fortelja eitt sindur um komandi kappingar í Føroyum og uttanlanda.

Poula Ø. Mohr 1:01.93 og føroyskt met í 100 firvald

Poula Øssursdóttir Mohr úr HS setti í dag nýtt føroyskt met í 100 metra firvald fyri kvinnur, tá ið hon á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 1:01.93. Birita Debes úr Ægir átti gamla metið, ið var 1:02.75, sum hon setti í Klaksvík í november. Her síggja vit Poulu á geil 4, longst burtur, svimja mótir Kristinu Eliasen á geil 3, eisini úr Havnar Svimjifelag.

Tekniskt brek í 200 bringu

HS-stevnan byrjaði í morgun eftir ætlan, og riðlarnir blivu avgreiddir skjótt sum teir plaga. Men tá kapping 3, ið var 200 bringusvimjing hjá kvinnum, byrjaði, hoyrdist “Taki støðu” hjá startdómarinum illa í hátalarinum. Tveir svimjarir stóðu eftir á skamlunum, tá startskotið ljóðaði. Riðilin bleiv løtu seinni steðgaður.

Av úrslitum í morgun kann nevnast, at Birita Debes úr Ægir vann 50 rygg við tíðini 29.02, har metið hjá henni er 28.51. Alvi Hjelm (Ægir) vann 50 rygg og 100 blandað hjá monnum við ávikavist 29.11 og 1:02.71. Annika S. Olsen (HS) vann 200 bringu hjá kvinnum við tíðini 2:54.35. Poula Ø. Mohr (HS) vann 50 firvald og 100 blandað við ávikavist 28.74 og 1:05.46. Marius Ihlen Gardshodn (HS) vann 50 firvald og 400 frí hjá monnum við ávikavist 28.62 og 4:25.62. Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) vann 400 frí hjá kvinnum við tíðini 4:36.66.

Kappingin byrjar aftur kl 16.30 17.30 nú seinnapartin. Allir riðlarnir í morgun uttan tann fyrsti (50 rygg hjá kvinnum, riðil 1) verða í løtuni lagdir á Youtube, og síggjast seinni á svimjing.com.

Poula 2:26.86 og føroyskt met í 200 blandað

Poula Øssursdóttir Mohr megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt met í 200 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Actavis Open 2013 í Hafnarfirði vann kappingina við tíðini 2:26.86, har metið hjá Elspu Mørkøre frá Reykjavík International í 2007 var 2:31.16. Íslendarar hava frámerkt tíðina sum GSE, sum vist nokk merkir at tað er skjótari enn (teirra?) kravtíð til Small Nations Games, ið tó tíverri ikki er viðkomandi fyri okkum. Sí úrslitalistan her

DSC00901

Poula Ø. Mohr 4:57:64 og føroyskt met í 400 blandað

JM 2011 - Poula Ø. Mohr vinnari í 100 blandaðPoula Øssursdóttir Mohr úr HS megnaði í kvøld at seta nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing fyri kvinnur, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 4:57.64, har metið hjá Elspu Mørkøre frá DHM í 2007 var 4:57.66. Elstað metið fyri einstaklingar á stuttgeil harvið slettað, til lukku Poula ! 🙂