Flott úrslit til HS-svimjarar í Portugal

Svimjararnir hjá Havnar Svimjifelag gjørdu veruliga vart við seg, nú á Portugal Open um vikuskiftið. Um eg ikki havi lisið galið, so vann Óli Mortensen í dag gull í 800 metra frísvimjing, umframt at hann í gjár setti føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing.Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti føroyskt met og juniormet í bæði 400 og 1500 frí, afturat at hava sett juniormet í 800 frí. Og allir 4 svimjarar hava betringar við heim í skjáttuni.
Continue reading Flott úrslit til HS-svimjarar í Portugal

Vár setti juniormet í 800 frí á Portugal Open 2015

Eg havi ikki hugt nógv væl at úrslitunum frá Portugal Open í gjár, tí avrikið 9:23.40 hjá Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var ikki bara persónligt met hjá henni, men eisini nýtt føroyskt juniormet.

Untitled
Continue reading Vár setti juniormet í 800 frí á Portugal Open 2015

Óli bronsu á Portugal Open, Magnus gull fyri Danmark

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag svam seg í gjárkvøldið til bronsuheiðursmerki á Portugal Open 2015, tá ið hann í besta riðli í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:49.14. Danski Anton Ørskov Ipsen vann gull við 15:25.68 og portugisiski Alexandre Valdagua Coutinho vann silvur við 15:43.34.

Image courtesy of Alvesgaspar / Wikimedia Commons
Continue reading Óli bronsu á Portugal Open, Magnus gull fyri Danmark

Havnar Svimjifelag til Portugal Open 2015

Portugisar skipa nú 23. til 26. juli fyri Campeonato Absolutos de Portugal, í býnum Coimbra umleið miðskeiðis milum Porto og Lissabon. Havnar Svimjifelag hevur valt at senda 4 svimjarar til hesa stevnu, harav tvær fyrireika seg til HM í Kazan um nakrar fáar vikur, og ein til HM fyri juniorar.

Image courtesy of Alvesgaspar / Wikimedia Commons
Continue reading Havnar Svimjifelag til Portugal Open 2015