Pál vann bronsu á Paris Open

Pál Joensen vann í dag bronsuheiðursmerki á “Open EDF de Natation” í París, tá ið hann í finaluni í 400 frí svam teinin uppá 3:51.82, har Mads Glæsner svam 3:49.19 og avstralski Edward McKendry 3:51.27. Splitt-tíðirnar fortelja okkum at Pál lá rættiliga trygt nr 2 eftir teir fyrstu 100, heilt tætt uppat Glæsner, men at hann so byrjaði at dragna í mun til Glæsner, samstundis sum McKendry byrjaði at nærkast aftan í frá, til avstraliumaðurin teir síðstu 100 átti ein spurt sum Pál ikki kundi svara aftur ímóti. Men altso bronsu í París, við eini tíð sum er upp ímóti tíðunum hjá teimum bestu, her mitt í tungu venjingini.

Pál svimur í 400 frí finaluni kl 15:25 í dag

Pál Joensen er við triðbestu tilmeldingartíð kvalifiseraður til sjálva finaluna í 400 frí á Paris Open, sum verður kl 15:25 í dag, føroyska tíð. Eg fái tíverri ikki sjálvur fylgt við beint tá, vegna fimleikaframsýning í Runavík frá kl 15 til 16. Men úrslitini verða so at síggja her á liveffn.com, rættiliga skjótt eftir at teir eru lidnir at svimja teir 400. Umframt á www.susvim.com.