3-2 hin 24. nov 2014 um hví Pál meldaði frá DM-finalu í 1500 frí

Brot úr ítróttarsendingini “3-2” hjá Kringvarpi Føroya hin 24. november 2014, um hví Pál valdi at melda frá einum rættiliga vissum gullheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing á donsku meistarastevnuni á stuttgeil. Upprunabrotið sæst her á kvf.fo

Pál um avgerðina at strika 1500 frí á DMK 2014

Danska svimjiheimasíðan svoem.dk prátaði við Pál Joensen í gjár, um luttøkuna nú á donsku stuttgeilameistarstevnuni 2014, og um luttøkuna á HM í Doha nú um góða viku. Um avgerðina at strika 1500 frí sigur Pál, at hann føldi seg ikki heilt væl í gjár, og valdi tí at ikki risikera nakað so stutt upp undir Doha.

Pál besta avrik av monnum á North Sea Swim Meet 2014

Pál Joensen vann sær ein altjóða heiður afturat í kvøld, tá ið hann á North Sea Swim Meet í Stavanger fekk premiu fyri at hava framt besta avrik har av øllum mannligu luttakarum. Hetta fyri at vinna 800 metra frísvimjing við 8. bestu tíð í heiminum í ár, 7:46.62.


Continue reading Pál besta avrik av monnum á North Sea Swim Meet 2014

Frans bronsu í 200 frí superfinaluni

Frans Johannesen vann sær í kvøld eitt heiðursmerki afturat á North Sea Swim Meet 2014, tá ið hann í ‘superfinaluni’ í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 1:47.77, aftanfyri sveisiska Alexandre Haldemann á 1:46.80 og danska Sebastian Ovesen á 1:47.53. Pál Joensen varð nummar fýra við 1:47.77.


Continue reading Frans bronsu í 200 frí superfinaluni

Frans og Pál silvur og bronsu í 200 frí í morgun

Teir báðir Frans Johannesen og Pál Joensen vunnu í morgun ávikavíst silvur og bronsu á North Sea Swim Meet 2014, tá ið teir svumu teinin uppá 1:48.20 og 1:48.79, aftanfyri danska Magnus Westermann á 1:48.01.


Continue reading Frans og Pál silvur og bronsu í 200 frí í morgun

Pál og Frans vunnu ‘superfinaluna’ eisini

Pál Joensen vann sær aftur í kvøld eitt gullheiðursmerki á North Sea Swim Meet 2014, og Frans Johannesen eitt silvurheiðursmerki, tá ið teir í ‘superfinaluni’ í 400 metra frísvimjing svumu teinin uppá ávikavíst 3:47.80 og 3:50.47, frammanfyri norska Erik Årsland Gidskehaug á triðja plássi við 3:52.16 og danska Sebastian Ovesen á fjórða við 3:53.99.

(Image courtesy of Bjørn Wigdel / North Sea Swim Meet)
Continue reading Pál og Frans vunnu ‘superfinaluna’ eisini

Pál og Frans gull og bronsu á NSSM 2014 í morgun

Pál Joensen vann í morgun gull á North Sea Swim Meet / Nordsjøstevnet 2014 í Stavanger, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:53.37. Frans Johannesen vann bronsu við tíðini 3:55.49, og millum teir báðar var so danski Sebastian Ovesen sum svam teinin uppá 3:55.39. Øll úrslit frá stevnuni kunnu síggjast her á medley.no

Pál 7.46.62 og gull í 800 frí á North Sea Swim Meet 2014

Pál Joensen vann fyri løtu síðani gull á North Sea Swim Meet 2014, tá ið hann í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 7:46.62. Hetta var sambært viðmerkjaranum har í høllini nýtt stevnumet, fekk tíverri ikki við hvat ið gamla metið var. Norski Erik Årsland Gidskehaug var næstur við 8:05.55, og sveisiski Jacques Läuffer triðskjótastur við 8:10.31.

Besta tíð hjá Páli er hansara føroyska met á 7:36.24, sum eisini er norðurlendskt met frá tá ið hann vann gull á Duel in the Pool stevnuni í Atlanta í 2011. Hendan tíðin nú er nakað væl frá henni, men tó nóg góð til at heimurin leggur til merkis hana.

Pal Joensen topped the men’s 800-meter freestyle with a time of 7:46.62. That swim vaulted him to seventh in the world rankings this year. Erik Arsland Gidskehaug touched second in 8:05.55 with Jacques Lauffer earning third overall in 8:10.31. – SwimmingWorld

Pal Joensen of the Faroe Islands took the men’s 800 freestyle with ease finishing in a time of 7:46.62, nearly 20 seconds ahead of the next competitor. Joensen’s time places him eighth in the world rankings. – SwimSwam

North Sea Swim Meet hevur eina fína síðu við myndum frá stevnuni, haðani eg havi fingið loyvi at nýta hesa myndina

Image courtesy of Bjørn Widgel / North Sea Swim Meet