Útlit til føroysk heiðursmerki á Danish Open 2017

Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Danish Open 2017, sum verður í Bellahøj Svømmestadion frá 1. til 5. apríl. Og har eru sum vant útlit til heiðursmerki eisini til føroyingar.

Untitled

Continue reading Útlit til føroysk heiðursmerki á Danish Open 2017

Pál 3:51.92 og nr 5 í superfinaluni á North Sea Swim Meet 2016

Pál Joensen varð í gjár nr 5 í superfinaluni í 400 metra frísvimjing á North Sea Swim Meet 2016, við tíðini 3:51.92 aftanfyri týska Florian Wellbrock á 3:49.02, italska Alex di Giorgio á 3:49.46, norska Erik Årsland Gidskehaug á 3:49.82 og rumenska Alexandru Artimon á 3:50.10. Hetta aftaná um morgunin at hava vunnið silvur í kappingini fyri árgang 1997 og eldri, við tíðini 3:52.97.

Continue reading Pál 3:51.92 og nr 5 í superfinaluni á North Sea Swim Meet 2016

Pál víðari til finalu í 400 frí á North Sea Swim Meet 2016

Tey hava avgreitt innleiðandi riðlar á North Sea Swim Meet í morgun, har Pál Joensen svam seg víðari við næstbestu tíð í 400 frí, 3:52.97 aftanfyri italska Alex di Giorgio á 3:51.29. Ja, hetta er vælsagtans sami Alex di Giorgio, sum vann silvur aftanfyri Pál í 400 frí á EJM 2008 í Beograd. Erik Årsland Gidskehaug og Florian Wellbrock verða eisini í finaluni seinnapartin, sum vunnu gull og silvur í 1500 frí í gjár.

Image courtesy of the North Sea Swim Meet

Pál 15:27.47 og gull í 1500 frí á Aachen ISF 2016

Pál Joensen royndi seg í vikuskiftinum á Aachen International Swimming Festival 2016 í Týskalandi, og vann har gull í 1500 metra frísvimjing, umframt bronsu í 400 metra frísvimjing.

Continue reading Pál 15:27.47 og gull í 1500 frí á Aachen ISF 2016

Rok í Rio: Olympiski býurin ikki klárur

Dansk Idræts-Forbund skrivar her um støðuna í OL-býnum í Rio, at har eru so mikið nógvir trupulleikar við vesunum, vatninum, streyminum og so framvegis, at tey sum eru farin undan íðkarunum ‘arbeiða í døgndrift’ til at fáa kømrini klár til. Tey hava millum annað saman við svenskarunum leigað eina privata reingerðingarfyritøku til at vaska kømrini, tí at har ikki var ruddað upp eftir hondverkarunum.

Continue reading Rok í Rio: Olympiski býurin ikki klárur

Stór avbjóðing hjá Páli í Rio

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú kunngjørt startlistarnar til OL í Rio, har Pál sum kunnugt skal royna seg í 1500 metra frísvimjing. Og latum okkum heldur bara staðfesta beinanvegin, at kappingin verður sera hørð, um at sleppa í finaluna.

Continue reading Stór avbjóðing hjá Páli í Rio

Pál snýttur fyri finalupláss tá Sun Yang avlýsti vegna pínu

Kinesiski Sun Yang møtti ikki upp til 1500 frí finaluna í kvøld vegna pínu í bringuni. Sun Yang segði á tíðindafundi aftaná kappingina, at hann hevði pínu í bringuni aftaná hann hevði vunnið 800 frí mikudagin.

Sun Yang var ikki í bíðirúminum 20 min undan finaluna í kvøld, sum krav er, og Sun Yang nevndi ikki á tíðindafundinum, nær hann valdi at avlýsa. Men hann boðaði ikki fyriskiparunum frá. Fyriskiparnir áttu í slíkari støðu at boða Páli frá so at hann kundi svimja í finaluni í staðin. Men hetta hendi ikki. Formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, sigur, at tey mótmæltu á staðnum, men tá var ov seint. Væntandi kemur eitt eftirspæl, tað vil siga eitt mótmæli frá Svimjisamband Føroya.

Rókur sigur, at finalutíðirnar vóru ikki imponerandi, so um Pál hevði svomið sítt besta, so hevði hann fingið medalju. Gregorio Paltrinieri úr Italia vann og setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.67. Connor Jaeger úr USA og Ryan Cochrane úr Kanada vunnu silvur og bronsu við ávikavist 14:41.20 og 14:51.08. Norðurlendska metið hjá Páli er 14:46.33.

Haraftrat hevði Pál óivað klárað kravtíðina til OL, sum hann gjørdi í innleiðandi riðli, um hann svam í finaluna. Sum er má Pál bíða til í vár 2016 fyri at klára kravtíðina, tí serligu donsku krøvini siga, at bert HM finalutíðir kunna brúkast til OL so tíðliga í kappingarárinum:

“Svømmere kan opnå direkte kvalifikation til OL ved at opnå en top-8 placering ved VM i Kazan i 2015 i en tid under OL-kravtiden i en eller flere individuelle olympiske discipliner.” kelda Dansk Svømmeunion. OL-kravtíðin er 15:07.53. Pál svam innleiðandi 14:58.52.

Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Nú eru úrslitini frá Jersey tald við í yvirlitinum av søguligum oyggjaleikasvimjarum. Ovast er Pál Joensen við 21 gull, 9 silvur og 3 bronsur. Gevi gætur at liðkappingarnar eru ikki taldar við. Nýggj í topp 10 er Sára R Nysted úr Susvim. Hon er komin beinleiðis inn sum nr 4 við 4 gull og 2 bronsur eftir Pál, Høgna T Hansen og Elspa Mørkøre. Sára hevur samstundis sett met sum mest vinnandi debutantur. Gamla metið átti Pál Joensen, tá hann, sum oyggjaleikadebutantur, vann 3 einstaklinga gull á Rhodos í 2007.


Astrið, Ásbjørg, Signhild og Sára
Continue reading Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur