Svimjistevnan á Oyggjaleikum verður uttandura

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum á Gibraltar hava sent okkum luttakarum kunning sum fortelur millum annað, at ætlaða takið ikki verður klárt, umframt at skiftirúmini heldur ikki eru heilt klár.

Continue reading Svimjistevnan á Oyggjaleikum verður uttandura

Hesi kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir á FMS 2018

Svimjisambandið hevur sum kunnugt avgjørt at kravtíðir til Oyggjaleikir 2019 skulu klárast á fýra útvaldum svimjistevnum, um ikki serlig avtala er gjørd við svimjaran. FM á stuttgeil 2018 var fyrsti møguleiki at royna eftir kravtíð, og vóru tey 7 sum skrivaðu seg upp sum møguligir svimjarar til Oyggjaleikir á Gibraltar.

Continue reading Hesi kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir á FMS 2018

Føroyar góðan kjans at fáa leikirnar í 2019

Spennandi spennandi … ger ein offroad-golfvøll til teir spælarar sum virkuliga meina tað (“ná so hann er for sverur fyri teg?”), og brúka so heldur pengarnar uppá ein góðan svimjihyl í Havn ! 🙂

“Føroyar og Menorka eru í boði at hava leikirnar í 2019 og 2021. Á aðalfundinum fyrrapartin gjørdi formaðurin í Altjóða Oyggjaleikanevndini greitt, at Føroyar liggja betri fyri at fyriskipa leikirnar í 2019 enn Menorka. Føroyska umboðini fegnast um hesa útmelding frá Altjóða Oyggjaleikanevndini.”

Les meira her á isf.fo.