Afturlit: Andrass vann silvur í 1500 frí á Oyggjaleikum 2005

Andrass Thomsen vann 11. juli 2005 silvur í 1500 frí aftanfyri Jonathon Le Noury úr Guernsey og frammanfyri Stuart Black úr Jersey. Gull-, silvur- og bronsutíðirnar vóru ávikavist 16:01.39, 16:21.75 og 16:35.51. Andrass setti føroyskt met, har gamla metið hjá Boga Lemvig var 16:27.93. Silvurmerkið var fyrra av tveimum, sum Andrass vann sum einstaklingur í oyggjaleikahøpi.

Frásøgumenn hjá Kringvarpinum vóru Kaj Joensen, Tórður Mikkelsen og Søren Olsen.

Afturlit: 4×50 frí hjá kvinnum á Oyggjaleikum 2005

Fyri knapt 10 árum síðani, tann 11. juli 2005, vunnu føroysku kvinnurnar gull í 4 x 50 frí á oyggjaleikum í Hetlandi. Føroysku svimjarnir, sum luttóku innleiðandi og í finaluni, vóru Sára Ejdesgaard, Shaila millum Garðarnar, Lisbeth L. Joensen, Elspa Mørkøre, Karina Petersen og Nathalia Reinhardt. Í finaluni settu tær føroyskt met við tíðini 1:52.14, har gamla metið var 1:53.85. Núverandi met á 1:47.15 varð sett av Susvim við m.a. Shaila á liðnum á FM 2013.

Kringvarpið vísti ein samandrátt av finaluni. Frásøgumenn vóru Kaj Joensen, Tórður Mikkelsen og Søren Olsen.