Okkara 1996-arar vinda burtur úr dønum í 1500 frí

Eyðbjørn Joensen úr SuSvim svam seg sum kunnugt við tíðini 18:01.70 til silvurnál í 1500 frí, á úttøkustevnuni farna vikuskiftið, har Óli Mortensen úr HS svam 18:23.09 og Alvi Hjelm úr Ægir svam 19:02.65. Teir eru allir árgang 1996, og til samanberingar svimur skjótasti danin 19:34.65, á danska styrkislistanum fyri árgang 1996.

CIMG4906
Continue reading Okkara 1996-arar vinda burtur úr dønum í 1500 frí

Bjørg er við í 100 rygg, Astrið reyk út í 50 firvald

Bjørg Seloy úr Havn var bara fáar hundraðpartar frá 2. plássið í 50 rygg í gjár, og tí í vanda fyri ikki at kunna koma við til Oyggjaleikir, hóast hon hevði klárað kravtíðina. Men í dag vann hon so 100 rygg við imponerandi 1:05.83, klárt undir oyggjaleikakravtíðina á 1:07.14.

Hinvegin reyk Astrið Foldarskarð av sínum 2. plássi til Oyggjaleikir á Álandi, tá ið Guðrun Holm Jacobsen í dag fleyg á mál í tíðini 29.88, tríggjar hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Shailu. Shaila svam ikki sjálv í dag, men er tó trygg við sínum 29.85 frá stevnu í februar, umframt onkrari góðari langhyljatíð eisini. Og Astrið varð tí nummar trý, og reyk av oyggjaleikaliðnum, hóast hon í dag varð nummar tvey við einari habilari forbetring av sínari bestu stutthyljatíð, til 30.54.

Eftir mínari uppteljing eru tey nú 12 sum hava kvalifiserað seg til Oyggjaleikir: Pál, Kári, Pauli og Andrass, og Shaila, Mona, Guðrun, Malan, Katarina, Bjørg, Birita og Poula. Men tað verður ikki fyrr enn í morgin at vit vita heilt offisielt hvør sum er sloppin við, tá ið fyrst landsliðsnevnd og síðani starvsnevnd hava fundast um málið.
Continue reading Bjørg er við í 100 rygg, Astrið reyk út í 50 firvald

Pauli 23.74 í 50 frí: Føroyskt met og undir kravtíð til EJM

Pauli Ø. Mohr svam í morgun 50 frí í tíðini 23.74, sum er nýtt føroyskt met og undir kravtíð til evropeisku meistarastevnuna í Prag, umframt undir kravtíðina til Oyggjaleikir. Hann átti sjálvur metið á 23.96, frá kapping í Vági í mars mánaða. Av øðrum tíðindum kann nevnast, at Kári J. á Høvdanum við 26.47 svam seg undir oyggjaleikakravtíðina eisini í 50 firvald, har hann longu hevur kvalifiserað seg í rygg-teinunum.

CIMG5006

Mona bara eitt hálvt sekund frá HM kravtíðini í 800 frí

Kvøldið í kvøld beyð ikki uppá nakran nýggjan oyggjaleikasvimjara; men Mona Simonsen kom hinvegin øgiliga nær kravtíðini til heimsmeistarastevnuna í Rom, tá ið hon svam 800 frí við tíðini 9:02.66, har kravtíðin til HM er 9:02.19. Hetta var tó sjálvsagt væl undir oyggjaleikakravtíðina á 9:10.50, og eisini klárt besta tíð hjá Monu. Jutta Thomsen eigur føroyska metið frá Oyggjaleikum á Rhodos, sum er 9:01.58.

CIMG4888
Continue reading Mona bara eitt hálvt sekund frá HM kravtíðini í 800 frí