Magnus 2 juniorgull afturat í morgun

Magnus Jákupsson svam seg í morgun til 2 juniorgull afturat á Østdanske Langbane Mesterskaber, tá ið hann í 200 rygg svam teinin uppá 2:10.76, og nakað seinni 100 firvald uppá 57.01. Í báðum førum skjótari enn eisini allir seniorarnir, sum til dømis Jacob Andkjær í 100 firvald, danskur bronsuvinnari í 50 firvald frá HM í Melbourne 2007. Magnus valdi av einhvørjari orsøk tó ikki at svimja í seniorfinalunum seinnapartin, og varð tað tí ‘bara’ til juniorgull her, afturat øllum hinum fríggjakvøldið og leygardagin. Tilsamans 5 juniorgull, 1 seniorgull, 1 seniorsilvur og 1 seniorbronsu.

Magnus gull og silvur á Østdanske í dag

Magnus Jákupsson megnaði aftur í dag at vinna sær heiðursmerki á Østdanske Langbane Mesterskaber, tá ið hann í 100 rygg svam teinin uppá 59.55, einans afturfyri seniorin Andreas Schiellerup á 58.81. Harvið vann hann juniorgull og seniorsilvur í hesi grein, afturat øllum tí sum hann vann í gjár.

Magnus gull og silvur í 100 rygg

(Magnus ovast á skamlinum í dag. Mynd © Jákup Jacobsen 2012)

Magnus heiðursmerki á Østdanske Langbane Mesterskaber í kvøld

Magnus Jákupsson hevur í kvøld vunnið sær í øllum førum 2 juniorgull, 1 seniorgull og 1 seniorbronsu á Østdanske Langbane Mesterskaber, sum er onnur upptaktin til Danish Open úttøkustevnuna til OL, seinni í mánaðinum. Í 50 frí vann hann juniorgull og seniorbronsu við tíðini 24.09, har hansara føroyska juniormet er 23.90 frá EJM 2011, og í 50 rygg vann hann juniorgull og deilt seniorgull við 27.54, har føroyska metið hjá honum er 26.76 frá EJM 2011. Kappast verður víðari í morgin og sunnudagin, sí skrá her á livetiming.dk.

magnus-ovast-a-oestdanske

(Mynd © Jákup Jacobsen 2012)