Óluva við í finaluni í 50 firvald

Óluva Jacobsen (FS) verður eftir øllum at døma við í 50 firvald finaluni í kvøld. Tíðin í morgun varð 37.80. Hon hevur næstbesta tilmeldað tíð 36.32. Kappinginar í Herfølge kunna fylgjast umvegis livetiming.dk í kvøld. Í løtuni koyrir livetiming ógvuliga spakuligt.

Óluva fekk eitt 6. pláss í Herfølge í 100 blandað

Óluva Jacobsen úr Reki …FS svam 100 blandað við tíðini 1:23.99 í morgun, ið rakk til eitt 6. pláss í bólkinum 11 ár. Tilmeldingartíðin hjá Óluvu var 1:23.88. Sunnleyg Eliasen (FS) svam teinin á 1:37.80 (tilmeldað tíð var 1:40.60), og tíðin hjá Bjarta Jógvansdóttir (FS) varð 1:47.32 (tilmeldað tíð var 1:51.47).