Úrslit frá Ólavsøkusvimjingini

Sum kunnugt svumu tey Ólavsøkuaftan kapp á Havnarvág, fyri fyrstu ferð í nógv ár. Úrslitið varð at Annika Olsen vann hjá kvinnum í opna bólkinum, Anja Joensen hjá kvinnum í masters bólkinum, Magnus Jákupsson hjá monnum í opna bólkinum, og Jon Hestoy hjá monnum í masters bólkinum. Tey vóru heili 31 sum svumu í góðveðrinum á Ólavsøku, og harav nógv eru kend bæði frá svimjing á havi og í kappingarhyli. Sí úrslitalistan her á hs.fo, og myndir her.

Kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku

Havnar Svimjifelag skipar fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku. Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um fimmtíðina.

Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar – frá endanum á Molanum, har ein startbrúgv verður løgd út, og inn í krókin við Havnarskrivstovuna, har málið verður.

Havsvimjing á Ólavsøku
Continue reading Kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku