Svimjistjørnur royna eisini at toga OL til sín

Tað er ikki bara Obama og líknandi forsetar sum vitja Keypmannahavn í hesum døgum, til at fáa OL í 2016 sín veg, men eisini ‘legendur’ innan ymisku ítróttargreinarnar. Gary Hall Jr. hevur verið í býnum í eftirhondini fleiri dagar, har hann millum annað vitjaði svimjifelagið Kvik Kastrup, og enntá fór í hylin at venja saman við Jeanette Ottesen og teimum. Alt fyri at fáa OL til Chicago í 2016. Men Ottesen narraði hann, og sæst nú í blusu við áskriftini Tokyo 2016, undir liðini av OL gullvinnararnum Daichi Suzuki frá Seoul í 1988, eftir øllum at døma tí at japanar lova eina alheims útbúgvingarætlan kallað “Olympics for All”. Les sportsfeatures.com