Svimjararnir rýma frá NTC, skrivar SN.dk

Vit hava lisið um hetta fyrr, og kanska onkur las eisini samrøðuna við pápa Amalie Emma Thomsen á simma.nu. Men nú er tað so likið út til fjølmiðlarnar eisini, har Sjællands Nyheder í gjár gjørdi ein samandrátt av trupulleikunum hjá Amalie Emma Thomsen, Jon Rud, tøsedreingjunum osfr, enntá við so mikið bítandi viðmerking frá pápa Amalie Emma Thomsen:

Netop Michael Thomsen har tidligere bakket op om landstræneren og måden, træningen foregik på træningscentret.

– Man har som bekendt et standpunkt til man tager et nyt. Det betyder, at vi har haft nogle oplevelser og har fået tilført en anden viden, som gør, at vi som forældre hverken kunne eller ville sidde med hænderne i skødet siger Michael Thomsen til simma.nu.

Nú kritisera tey eisini donsku úttøkuskipanina

Rasmus V. Kristensen, venjari í Kvik Kastrup, skrivaði her í vikuskiftinum eitt upplegg til kjak á www.svimma.nu/dk, har hann setti spurnartekin við skipanina sum danska svimjisambandið tekur út sínar yngru svimjarar, við at krevja at tey skulu klára seg væl á tveimum teinum í somu grein, heldur enn til dømis á sama teini í tveimum greinum. Og í morgun kom so eitt innlegg har frá Jon Rud sum her í ár gavst á “det Nationale TræningsCenter” (NTC), har hann fýlist á at úttøkukrøvini hjá seniorsvimjarum eru so hørð, samstundis sum so nógv subjektiv ‘wildcards’ verða givin serliga svimjarum frá NTC. Eitt innlegg so mikið logandi, at Ekstra Bladet valdi at bera tað á sínari heimasíðu, undir yvirskriftini “Ny svømmekritik: Hvad fanden sker der
Continue reading Nú kritisera tey eisini donsku úttøkuskipanina

Danska NTC missir sínar svimjarar

SwimNews.dk og Simma.nu/dk skriva nú at unga Amalie Emma Thomsen hevur valt at gevast á ‘det Nationale TræningsCenter’, fyri heldur at fara at venja hjá Mick Steen Nielsen í svimjifelagnum VAT. Á Simma.nu/dk vísir Ricky Clausen á, at talið av svimjarum sum venja fast á NTC tí nú er niðri á bara 7, harav bara Lotte Friis og Rikke Møller Nielsen hava støði til at kunna røkka altjóða finalum. Hini eru givin ella farin aðrastaðni at venja, sum til dømis Mads Glæsner ið fór til USA.

Nú loysir Wildeboer frá posabandinum

Hálendski landsliðsvenjarin hjá Danmark hevur nú skrivað opið bræv til øll donsk svimjifeløg, um kreppuna í danskari svimjing beint nú. Tað er ikki nakað mótálop, men heldur ein áhugaverd frágreiðing um hvussu hann heldur at langtíðarmenning av talentum eigur at vera. Umframt at hann heitir á feløgini um at binda frið, í øllum førum nakrar mánaðir, so at úrvalssvimjararnir fáa fokuserað uppá EJM og EM í summar.
Continue reading Nú loysir Wildeboer frá posabandinum