Tessan gevur vón um framtíð eisini uttan superdraktir

Svenska Therese Alshammar svam í gjár 50 firvald á langgeil uppá 25.60, einans eitt hálvt sekund aftanfyri heimsmetið hjá henni á 25.07. Hetta var á NSW Open Championships stevnuni í Avstralia, har eisini Leisel Jones imponeraði við at svimja 1:05.85 í 100 bringu, ið er minni enn 1 sekund verri enn hennara avstralska met á 1:05.09 frá 2006. Koreanski Tae Hwan Park vann 400 frí við tíðini 3:45.03, og svam síðani 100 frí í tíðini 49.45, har hansara koreanska met frá 2007 er 49.32. So hóast tey ikki seta met, eru tey ikki longri burtur frá gomlu metunum, enn at tað burdi verið møguligt at svomið harum, tá ið fyrst tey eru veruliga niðurtrappað. Les swiminfo.com