Heiðursmerkjabýti á NOM 2015

Svimjisamband Føroya skipaði sum kunnugt fyri stórari altjóða meistarastevnu í Svimjihøllini í Gundadali nú fríggjakvøldið og leygardagin 2. og 3. oktober, kallað “Nordic Open Masters Championships 2015”. Her niðanfyri er ein uppteljing av heiðursmerkjum vunnin á hesi stevnu, býtt út á lond, feløg og svimjarar.

Untitled
Continue reading Heiðursmerkjabýti á NOM 2015

Norðurlendsk Meistarastevna fyri Masters 2015

GG! Vit hava trupulleikar við at fáa samband til SuperLive tænastuna hjá IC Control, og ein alternativur stroymur er tí settur upp her: http://raclip.com/?page_id=284

Tíðindaskriv vegna Svimjisamband Føroya

Svimjisamband Føroya skipar nú í vikuskiftinum fyri Nordic Open Masters Championships 2015, í Svimjihøllini í Gundadali. Tilsamans 318 svimjarar úr 8 londum fara at kappast í 14 aldursbólkum, har yngsti svimjari er 25 ár, og elsti 93.

fomm2012 copy

Talan er um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Masters, sum samstundis er skipað sum opin kapping, ið merkir at eisini onnur enn norðurlendingar kunnu luttaka.
Continue reading Norðurlendsk Meistarastevna fyri Masters 2015

Innbjóðing til Nordic Open Masters í Tórshavn 2. og 3. oktober 2015

Frá fyriskiparunum

Fyrsta vikuskiftið í oktober verður Opna Norðurlendska Meistarastevnan, í svimjihylinum í Gundadali.

Hetta er møguleikin hjá øllum føroyskum svimjarum eldri enn 25 ár, at fáa roynt seg í kapping. Aldursbýtið er sambært FINA reglunum bólkur A 25-29 ár, B 30-34ár og so frameftir. Aldurin hjá svimjarinum er pr. 31. desember í kappingarárinum.

Øll hava møguleika fyri at vera við.
Continue reading Innbjóðing til Nordic Open Masters í Tórshavn 2. og 3. oktober 2015