Nólsoyarsvimjingin 2009 verður leygardagin tann 15. august

Aftur í ár skipa nólsoyingar fyri stuðul um Nólsoyarfjørð, 12. árið á rað, til frama fyri svimjihyli í Nólsoy. Tú kanst velja millum at svimja allan teinin á umleið 4000 metrar, frá Tórshavn til Nólsoyar, ella at svimja umleið 1000 metrar, frá einum báti til Nólsoyar. Neyðugt er at skaffa sær froskmannabúna, bát og egin hjálparfólk, umframt at tú mást vera í hampuligari venjing. Sí annars viðfestu innbjóðing.

Nólsoyarsvimjingin 2007

Nólsoyingar bjóða til árligu svimjingina yvir um fjørðin, leygardagin 11. august kl 15:30, møta kl 14:30. Í ár kanst tú velja millum at svimja og renna annaðhvørt allan teinin á umleið 4000 metrar, frá niðanfyri hjá radioamatørunum í Havn til heiðursportrið í Nólsoy, ella ein stytri tein á umleið 1000 metrar, frá einum báti út fyri Nólsoy til heiðursportrið.

Hetta er tíggjunda árið at skipað verður fyri svimjing til Nólsoyar. Luttøkugjaldið er 250 krónur, og tú mást hartil sjálv/ur fáa til vega ein rímiligan stóran bát, tvey vaksin hjálparfólk í bátinum, VHF og vátdrakt. Tilmelding fer fram her á triathlon.fo. Sí annars viðfestu innbjóðing frá fyrireikarunum.