Poula 2:17.60 og bronsu á NM í Vaasa

Poula Øssursdóttir Mohr megnaði í gjárkvøldið at vinna sær bronsuheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Vaasa, Finnlandi, svam teinin uppá 2:17.60. Stórt persónligt met til Poulu, í mun til hennara 2:19.16 frá HS-stevnu í apríl 2012, og eitt stórt fet nærri føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre, sum er 2:15.15 frá DM í Greve 2007. Sí úrslitalistan her.

DSC02330

Bartal 4:26.51 og bronsu í 400 blandað á NM í Vaasa

Bartal Hestoy megnaði í kvøld at vinna sær bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Vaasa, Finnlandi, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:26.51. Tað var eisini persónligt met, har besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 4:28.27 frá HS-stevnu í apríl 2012. Sí úrslitalistan her.

DSC02316

Alvi 15:35.56 og gullnál

Alvi Hjelm úr Ægir megnaði í gjár at vinna sær gullnál, tá ið hann á NJM í Vaasa svam 1500 metra frísvimjing uppá 15:35.56. Hetta var nóg gott til at gerast nummar 5 í kappingini, har føroyingar sostatt blivu nummar 3 og 5. Tað var ein rættiliga stór betring hjá Alva, í mun til hansara tilmeldingartíð og persónliga met á 15:48.58, og hartil nóg gott til at um hetta hevði verið á NJM í Havn í 2007, so hevði hann vunnið silvur á Anders Lie, ið nú í gjár luttók í finaluni í 400 metra frísvimjing, her í Istanbul.

Óli Mortensen 15:24.32 og bronsu á NJM í Vaasa

Havnardrongurin Óli Mortensen megnaði í gjár at vinna bronsu á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Vaasa, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá imponerandi 15:24.32. Gullið fór til finnlendingin Eetu Piiroinen við 15:16.40 og silvurið til norska Henrik Christiansen við 15:20.10; nevnast kann at tá Pál vann 1500 á NJM í Føroyum í 2007, var tíðin 15:24.50, altso eitt lítið spakuligari enn hvat Óli svam nú. Sí úrslistalistan her.

DSC02182

Cecilia W. Eysturdal 9:07.32 og silvur á NM í Vaasa

Cecilia Wigant Eysturdal megnaði í gjár at vinna sær silvur á norðurlendsku meistarastevnuni í Vaasa, tá ið hon í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 9:07.32. Tað var eitt rættiliga greitt silvur, vinnarin Josefine Hippi úr Svøríki svam 8:56.49, og íslendska Bára Kristin Bjørgvinsdóttir vann bronsuna við 9:16.13. Sí úrslistalistan her.

DSC02172

So er NJM/NM 2012 byrjað í Vaasa, Finnlandi

Í morgun byrjaðu innleiðandi riðlarnir á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í Finnlandi, har eisini ein rúgva av føroyingum luttóku. Tað tykist at hava verið ein heldur trilvandi byrjan, har svimjararnir hava trupult við at klára bestu tíðir, og tískil eisini finalupláss. Men tað er hent fyrr, og tað vísir seg so ofta at tey allíkavæl svinga seg upp til góð úrslit allíkavæl, tá ið alt líkasum er fallið uppá pláss. Sí úrslit her á livetiming.dk

  • 200 frí junior kvinnur – Victoria W. Eysturdal 2:09.35 (20)
  • 200 frí kvinnur – Cecilia W. Eysturdal 2:11.22 (21)
  • 200 frí junior menn – Alvi Hjelm 1:55.50 (21) – Persónligt met
  • 200 frí junior menn – Eyðbjørn Joensen 1:56.02 (23)
  • 100 bringa kvinnur – Turið S. Christiansen 1:18.09 (13)
  • 100 bringa junior menn – Markus Joensen 1:07.23 (15) – Persónligt met
  • 50 firvald junior kvinnur – Kristina Elin Thomsen 28.64 (9)
  • 50 firvald kvinnur – Astrið Foldarskarð 28.95 (13)
  • 200 blandað kvinnur – Poula Ø. Mohr 2:23.19 (6)
  • 200 blandað menn – Bartal Hestoy 2:08.34 (13)

NJM/NM 2012 verður í Vaasa, nú um vikuskiftið

Árliga Norðurlendska JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan verður í Vaasa í Finnlandi, fríggjadagin 14. desember til og við sunnudagin 16. desember, við luttøku av føroyingum eisini. Startlistarnir síggjast her á livetiming.dk; tað sær gott út hjá serliga Kristinu Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag, sum liggur til at vinna gull í 50 firvald, hjá Ceciliu Wigant Eysturdal úr Ægir sum liggur til at vinna silvur í 800 frí, og hjá Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag sum liggur til at vinna bronsu í 1500 frí.

Úttøkur til NJM/NM og HMS 2012

Frá Svimjisambandi Føroya

Góðu tit øll,

Farna vikuskiftið var seinasti møguleiki at klára kravtíðirnar til Norðurlanda Junior Meistara- og Norðurlanda Meistarastevnuna í Vaasa, Finnlandi 14.-16. desember og Heims Meistarastevnan í stuttgeil í Istanbul, Turkalandi 12.-16. desember.

Cecilia svimur 800 frí á Ægir-stevnu 3. november 2012
Continue reading Úttøkur til NJM/NM og HMS 2012

Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2012

Kravtíðirnar til NJM, NM og HM á stuttgeil síggjast nú her á ssf.fo, sum samtyktar av starvsnevnd SSF. Talan er um Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna fyri gentur 97-98 og dreingir 95-96, umframt Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri teir tríggjar árgangirnar eldri enn hesar, og so sjálvsagt HM á stuttgeil í Istanbul, allar stevnunar um somu tíð í desember mánaða.

DSC07154
Continue reading Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2012