Heilsan frá Brian Marshall

Landsliðsvenjarin Brian Marshall hevur beint nú sent ein rættiliga áhugaverdan teldupost til okkum fyrstaliðsvenjarar, um úttøku til NJM og evropeisku meistarakappingina í desember. Tað vísir seg at hørðu kravtíðirnar til NJM og EM ikki útiloka at onnur verða tikin út, men heldur lýsa hvørji sum eru vís í at sleppa við.

Til NJM ætlar Marshall at føroyska liðið skal vera millum 8 og 10 svimjarar. Tey sum hava klárað kravtíðina eru automatiskt úttikin, meðan restin so verður vald út alt eftir hvussu væl tey hava svomið í ár. Seinasta freist at prógva seg, er á svimjistevnuni í Vági, 17.-18. november.

Til EM ætla tey at taka út 2 dreingir og 2 gentur, við støði í FINA stigum, og aftur er svimjistevnan í Vági seinasta freist.

Eini onnur áhugaverd tíðindi í teldupostinum eru, at tey frá januar av ætla at hava ein dátugrunn og ‘rang-lista’ á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, til at kunna fylgja við í hvussu svimjararnir klára seg í mun til hvønn annan, og sum motivatión.

Hjálparfólk ynskjast til NJM 2007

Sum kunnugt verður Norðurlendska JuniorMeistarastevnan 2007 í Tórshavn tann 1. – 2. desember í ár, og Svimjisambandið skal í hesum sambandi skaffa eina rúgvu av dómarum og hjálparfólkum til stevnuna. Heitt verður tí á øll føroysk svimjifeløg um at skaffa 4 hjálparfólk í part, og senda Dan Hjelm lista við nøvnunum í seinasta lagi tann 20. november kl 18. Vinarliga spjaðið tíðindini; og bjóðið tykkum annars endaliga fram, um tit hava hug at hjálpa okkum við hesi sera spennandi uppgávu 🙂

NJM 2007 fingið heimasíðu

Sum kunnugt skipar Svimjisamband Føroya fyri Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í svimjing í ár, at verða í Tórshavn frá 1. til 2. desember 2007. Fyrireikingarbólkurin hevur í tí sambandi gjørt eina serliga heimasíðu til stevnuna, kallað njm2007.com, sum skal kunna um karmar, skrá, úrslit og so framvegis.

Í løtuni er ikki so nógv annað at síggja á hasari síðuni, enn ein posturi við innbjóðingini, ein frágreiðing um karmarnar, ein skrá yvir kappingarnar og so leinki til viðkomandi svimjisambond. Men har verður óivað meira, so hvørt sum stevnan nærkast. Tað er undirritaði sum hevur ábyrgd av heimasíðuni, og eg ætli so í øllum førum at gera mítt til at alt viðkomandi verður at finna har, á enskum og føroyskum.

Annars er tað at siga um fyrireikingarnar til nú, at vit hava fingið rímiligt skil á sjálvar karmarnar um stevnuna. Stevnan verður í Svimjihøllini í Gundadali, teir útlendsku svimjararnari fara at búgva og eta morgunmat á Kerjalon (t.e. vallarheimið við Hotel Føroyar), og eta so døgverða og náttverða á Hvonn niðri í býnum. SSF skipar fyri regluligum flutningi millum hotel og høll og Hvonn.

Men nógv er eftir, so sum at skaffa hjálparfólk og greiðir til at gera seta stevnuna til nakað heilt serligt. NJM hevur ofta hug til at vera ‘bara ein vanlig stevna’, tá ið hon verður fyriskipað av grannalondum okkara; men tað er væl eingin orsøk til at vit ikki kunnu royna at vísa okkum frá okkara allarbestu síðu, tá ið tað kemur til fyriskipan av svimjistevnu.

Vónandi hugsar tú eisini um hetta, um fyrireikingarbólkurin ein dag skuldi ringt til tín við einum fyrispurningi um hjálp. Tí hvør veit – kanska verður tað akkurát tín hjálp sum ger at vit kunnu fáa eina slíka stóra stevnu til Føroyar aftur 😉