38 ára gamli Santos 21.75 og heimsmet í 50 firvald

Brasilski Nicholas Santos setti í gjár nýtt heimsmet í 50 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, á FINA World Cup stevnuni í Budapest. Hetta við tíðini 21.75 sekund, har týski Steffen Deibler átti metið á 21.80, frá tíðini við ‘superdraktum’ á FINA World Cup stevnuni í Berlin í 2009.

Santos hevði ikki trappað niður, nú, og ætlar sær at svimja skjótari á HM á stuttgeil í Hangzhou í desember.

“No, I didn’t plan that, I’ve not even rested before this meet. It’s amazing to swim a world record especially in front of such a crowd. I’m pretty happy but my target is the World Championships in December and I want to swim faster there”

Santos er væl møguligt hin elsti svimjarin nakrantíð sum hevur sett heimsmet.

Lesið t.d. SwimmingWorld Magazine og FINA