3 juniormet fyrsta kvøld á MU 2010

So er fyrsti partur av Meistarastevnuni fyri Ung avgreiddur, við avbera góðum úrslitum. Cecilia Eysturdal úr Ægir setti juniormet í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:33.90 har metið hjá henni frá landsdystinum móti Íslandi í fjør var 4:36.21. Turið S. Christiansen úr Ægir setti juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, við tíðini 2:28.10 har kravtíðin at seta juniormet var 2:29.95. Og Ægir-damurnar Eva Trygvadóttir, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia Eysturdal settu nýtt juniormet í 4×50 frí, 9 hundraðpartar frammanfyri SuSvim, við tíðini 1:55.66 har metið hjá SuSvim frá í februar var 1:56.59. Havast skal í huga, at allar hesar gentur eru undir veruligan junioraldur, og tískil hava minst tvey ár afturat til at betra um sínar tíðir.

CIMG2828>
Continue reading 3 juniormet fyrsta kvøld á MU 2010

Startlistin til MU 2010 sæst nú á LiveTiming.se

Svimjisambandið hevur keypt “Live Timing” til Meistarastevnuna fyri 2010, sum verður nú í vikuskiftinum, umframt til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna næsta vikuskifti. Í ár við nýggjum møguleika at blása “Live Timing” síðuna upp á stórskíggja, sum vónandi merkir at áskoðararnir í hallunum fara at kunna fylgja enn betur við.

mu2010-a-livetiming

Luttakaralistin til MU 2010

Viðfestur er luttakaralistin til Meistarastevnuna fyri Ung 2010, sum verður í Klaksvík nú fríggjakvøld til sunnudag 7. – 9. apríl. Vit síggja at favorittarnir eru serliga Magnus Jákupsson úr HS, sum hevur bestu tilmeldingartíð av øllum í 8 greinum, umframt Cecilia Eysturdal úr Ægir við 7 bestu tilmeldingartíðum, og Turið S. Christiansen úr Ægir og Eyðbjørn Joensen úr SuSvim við hvør sínum 5.

DSC_3066

Kunning um Meistarastevnuna fyri Ung 2010

Viðfest er innbjóðing til árligu Meistarastevnuna fyri Ung, at verða í Klaksvík 7. – 8. mai 2010. Meistarastevnan fyri Ung er føroyameistarakappingin fyri yngru aldursbólkarnar 1, 2 og 3, umframt at svimjarar úr allaryngsta aldursbólkinum 4 kunnu luttaka sum svimjarar í bólki 3.
Continue reading Kunning um Meistarastevnuna fyri Ung 2010

Innbjóðing til MU 2010 og FM/JM 2010

Viðfestar eru innbjóðingarnar til Meistarastevnuna fyri Ung 2010, umframt til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2010. Meistarastevnan fyri Ung verður í Klaksvík frá 7. til 9 mei 2010, og er fyri okkara yngstu bólkar 1, 2 og 3. FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan verður í Tórshavn frá 14. til 16. mai 2010.

CIMG6676