Čavić noyðist nokk undir skurð

Serbiski Milorad Čavić hevur í áravís havt trupulleikar av pínu í rygginum, sum tey hava kunnað hildið niðri við intensivari terapi. Men nú vísir MR-skanning at hann hevur diskus-prolaps í tveimum støðum, sum mest sannlíkt merkir at hann má undir skurð. Čavić vónar sjálvur at kunna kappast á EM í Budapest, men venjarin sigur at tað tá verður við ónøktandi fyrireiking. Um hann skal undir skurð, so tekur tað einar 4 mánaðir áðrenn hann er klárur aftur. Les swimnews.com

Čavić trenar í The Race Club

Video við serbiska Milorad Čavić, sum vann gull í 50 firvald á HM í Rom í summar, og silvur í tiltiknu holmgonguni ímóti Phelps í 100 firvald. Her venur hann í “the Race Club” hjá Gary Hall Jr. & Sr., har vit síggja m.a. hvussu Čavić fer beint niður í armtakið, uttan ‘outsweep’, og hvussu hann í styrkirúminum ger ymisk øvilsi við vektum á balansubólti. Veery interesting 🙂