Landsliðið komið fram til Melbourne

Fylgið við á tsvim.com og ssf.fo, har landsliðsvenjari og svimjisambandsformaður siga frá ferðini til Avstraliu. Eftir øllum at døma gongur tað fínt; tey hava ferðast frá fríggjakvøld til mánamorgun, við einum steðgi í Keypmannahavn har tey m.a. høvdu tíð til at venja. Nú komu tey so fram til Melbourne tíðliga mánamorgun, sum er sunnukvøld her hjá okkum.

Metstórt tal av HM-luttakarum

2195 luttakarar og 1455 dómarar fara at luttaka úr 173 londum, sum er væl meira enn seinasta ‘highscore’ á 157. Hetta eru fleiri lond enn tey sum luttaka í øllum ítróttargreinum á Olympisku leikum tilsamans. Størstu luttakarlondini eru Kina (109 svimjarar), USA (95), Avstralia (93) og Russland (89). Meira enn 105.000 bilettir eru longu seldar til tiltakið, og útselt varð longu í gjár til finalurnar á vippu.Sí annars melbourne2007.com.au.

Sjónvarpsskrá fyri HM í Melbourne

Sum tit kunnu síggja undir Les meira her, so havi eg roynt at sjussa saman eina skrá fyri nær Eurosport sendir frá HM. Eitt sindur biksut, við tað at skráin á eurosport.com ikki vísir so langt út í framtíðina enn, og eg tí mátti brúka ta donsku í staðin… sum undarliga nokk ikki altíð vísti somu tíðir (altso út yvir at hon brúkar DK-tíð heldur enn GMT).

Men skráin fyri sjálva HM-stevnuna er jú langt síðani fastløgt, og tí kunnu vit væl ganga út í frá at Eurosport sendir umleið somu tíð, um teir senda ‘live’. So her niðanfyri síggja tit fyrst nær innleiðandi og finalur eru føroyska tíð sambært skránni, og síðani nær Eurosport (sambært eurosport.dk) ætlar sær at senda ‘live’ og endursendingar.

Sun 25/3 Mán 26/3 Týs 27/3 Mik 28/3 Hós 29/3 Frí 30/3 Ley 31/3 Sun 1/4
Melbourne:
.
Innleiðandi
00:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-02:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-04:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Eurosport:
.
LIVE
00:00-04:30
.
.
Eyka
17:00-18:30
.
.
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
00:15-01:00
17:30-18:00
.
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
00:30-01:00
07:30-08:15
15:45-16:30
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
00:00-01:00
07:30-08:15
16:45-18:00
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
00:30-01:00
07:30-08:15
16:45-18:00
23:30-01:00
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
07:30-08:15
17:00-18:00
23:30-01:00
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-04:00
10:00-12:00
.
Eyka
07:30-08:15
.
.
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
00:00-01:00
.
Mán 2/4 …
13:00-14:30
.

Spyr meg ikki hvussu Eurosport kann senda ‘live’ til kl 3 um morgunin, tá ið tey halda uppat at svimja kl 2. Møguliga feilur í skránni, sum eg so rætti tá ið tey rætta.  Men annars spennandi at Eurosport sendir so nógv ‘live’ frá eisini innleiðandi, tí so sleppa vit kanska at síggja onkran føroying hesar dagarnar 🙂

Um tit vilja vita hvørjar greinar sum verður svomnar teir ymisku dagarnar, so farið á annaðhvørt melbourne2007.com.au, ella takið niður viðfestu offisiellu kappingarskrá.

Danir vænta sær IKKI heiðursmerki í Melbourne

Mette Jacobsen er givin, og Louise Ørnstedt er nýliga byrjað aftur eftir at hava hildið pausu rættiliga eingi. So danir halda seg til varliga at  vænta sær eini 3-4 finalupláss, persónligar betringar, og kanska onkra OL kvalifikatión eisini. Sí grein í Ekstrablaðnum og heimasíðuna hjá danska svimjisambandinum.

Hackett metir at minst 6-7 fara undir 15 í 1500 frí

Larsen Jensen,Yuri Prilukov,Grant HackettVerandi heimsmethaldari og OL gullvinnari á 1500 frí, Grant Hackett, metir at teir 1500 í Melbourne verða "the most competitive in history". Hann metir ikki at heimsmetið er í vanda, men at teir verða nakrir sum fara undir 14:40, og einir 6 ella 7 sum fara undir 15 minuttir.

Atvoldin til at hann sigur so, er at amerikanski 1500 metra svimjarin Larsen Jensen eitt sindur nasadjarvt hevur sagt, at Grant Hackett bara kemur við umskyldningum, um at hann (Hackett) ikki er í so góðum formi sum vanligt. Hackett skifti venjara fyri einum mánaða síðani, og hevur sambært sær sjálvum undirmett hvussu tað fór at ávirka formin.

So Hackett metir altso ikki at hann kann taka metið sjálvur, og spurningurin er tí hvussu góðir hinir eru. Viðvíkjandi Larsen Jensen er hann (Hackett) tó nokk so bersøgdur: "I hope he competes as well as he talks".

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá heimsmeistarastevnuni

Myndin er fingin av Flickr kontoini hjá ‘vanou’, og vísir frá vinstru Larsen Jensen (USA), Yuri Prilukov (RUS) og Grant Hackett (AUS), eftir 1500 frí finaluna á síðstu heimsmeistarastevnu í Montreal (Kanada) í 2005. Hackett vann gull, Jensen silvur, David Davies (GBR) bronsa, og Prilukov varð nr. 4 (almennur úrslitalisti sum pdf-fíla).

Gould og Fraser spáa heimsmet í Melbourne

Tær báðar Dawn Fraser og Shane Gould hava verið og hugt at hylinum sum verður settur upp til heimsmeistarakappingina í Melbourne um 10 dagar, og siga at hann er ógvuliga góður. Hann er so mikið djúpur, at tað ikki skuldi komið nakar turbulensur frá botninum av, og hartil er vatnið ógvuliga bleytt. Gould er faktiskt ikki í iva um, at metið á 100 metrum hjá kvinnum rýkur.

Avstralsku Dawn Fraser og Shane Gould vóru tiltiknar svimjistjørnur í sínari tíð. Fraser er ein av tveimum svimjarum sum hevur vunnið gull í somu grein á trimum OL á rað (1956, 1960 og 1964), meðan Gould er einasti svimjari sum hevur átt í heimsmet í øllum olympiskum frígreinum í senn , frá 100 til 1500 metrar, áðrenn hon gavst sum 16 ára gomul í 1972.

Eg var so heppin at møta Gould í 2005, sum liður av einum venjaraskeiði í Holstebro við Bill Boomer og Milt Nelms. Hon svam tá enn 100 firvald á langbana við eini tíð á 1:08, 50 ára gomul.

Eg eri tann fullisjúki móði í FLOT-troyggju her niðanfyri, meðan hini eru Lars Kirkegaard (dani, fyrrverandi venjari hjá Louse Ørnstedt), Bill Boomer (amerikansk teknikk-guru), Shane Gould og Milt Nelms (tiltikin amerikanskur venjari… var t.d. síðsta vón hjá Ian Thorpe, áðrenn Thorpe valdi at gevast heilt).

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá Melbourne 2007