Gydesen biður um OL-billett, hóast hann manglar ein hundraðpart

Politiken skrivar her um hendingina á Indianapolis Grand Prix, har danski Mathias Gydesen fyrst var éin hundraðpart frá OL-kravtíðini í 100 rygg, við nýggjum donskum og norðurlendskum meti 54.41, og síðani reyk eitt sindur frá aftur í finaluni, til har at svimja 54.75. Hann biður um at sleppa á OL-liðið allíkavæl, tí hann var so nær við, og helst uttan at skula royna um aftur á EM í Debrecen, tí at tað tá vil ávirka fyrireikingina til OL.

Donsku leiðararnir eru ikki heilt avvísandi; men tó við ávísum fyrivarni, vælsagtans tí at tey á Danish Open kravdu at svimjarar skuldu klára kravtíðirnar í finalum. Ein avger sum hevði við sær at til dømis heimsmeistarin Jeanette Ottesen mátti stríða seg gjøgnum innleiðandi og finalur fleiri ferðir, hóast ringa øksl.

»Sammen med OL-chef Jesper Frigast og Team Danmark skal vi vurdere hans præstation. Det kan blive til en OL-udtagelse, fordi han har været så tæt på, eller vi kan vælge at give Mathias en ny chance i forbindelse med EM i maj. I vurderingen vil det også indgå, at han svømmede nogbet langsommere i finalen«, siger Lars Sørensen.

Mathias Gydesen kláraði ikki kravtíðina í kvøld

Danski Mathias Gydesen vann fyri løtu síðani bronsu í 100 metra ryggsvimjing fyri menn, saman við Ryan Lochte, við tíðini 54.75 tíverri væl uttanfyri OL-kravtíðina 54.40, eftir í morgun at hava svomið éin hundraðpart verri enn kravtíðina, 54.41.

Eg kenni ikki donsku skipanina nóg væl, til at kunna siga um hann fær ein kjans afturat, við til dømis at verða úttikin til EM í Debrechen í mai. Tað einasta sum er rættiliga vist er, at um hann ikki klárar kravið frá FINA á 54.40 áðrenn evstamark tá einaferð í juni, so er tað rættiliga ósannlíkt at hann verður úttikin.

Danski Mathias Gydesen er 1/100 frá OL í London

Mathias Gydesen kláraði í morgun at svimja 100 rygg uppá 54.41 sekund í innleiðandi riðlunum á Indianapolis Grand Prix í USA, sum er éin hundraðpart frá FINA A kravinum sum vil geva honum pláss á OL-liðnum hjá dønum. Hann hevur fingið undantak frá at skula klára kravtíðina á Danish Open, tí at hann lesur har yviri, og satsar sostatt alt uppá at klára tað í kvøld, tá ið finalan verður. Sí úrslit frá í morgun, til ber at fylgja við finalunum her frá klokkan 23 í kvøld.

(Gydesen svimur her 100 firvald finalu á somu stevnu)