Schubert mótmælir uppsøgnini

Fyrrverandi amerikanski høvuðslandsliðsvenjarin Mark Schubert segði í dag á tíðindafundi í The International Hall of Fame, at hann ikki fekk nakra munnliga ella skrivliga ávaring frá USA Swimming áðrenn uppsøgnina, og at tey tí ikki hava hildið seg til sáttmálan. USA Swimming stjórin Chuck Wielgus hevði gott nokk átalað okkurt í sambandið við Pan Pacs, men segði samstundis í nærum sama andadrátti, at Schubert kundi verða verandi í starvinum sum høvuðslandsliðsvenjari fram til 2016 ella 2020. Lesið SwimmingWorld Magazine og SwimNews.com


Continue reading Schubert mótmælir uppsøgnini

Schubert ikki longur amerikanskur landsliðsvenjari

Amerikanski høvuðs-landsliðsvenjarin Mark Schubert varð sum kunnugt sendur til hús í september mánaða, við tað sum tey kalla 60 daga “paid leave of absence”. Nú veit AP at siga frá ónevndari keldu í USA Swimming, at Chuck Wielgus stjóri í USA Swimming fríggjadagin hevur fráboðað teimum, at Schubert ikki longur er høvuðs-landsliðsvenjari.
Continue reading Schubert ikki longur amerikanskur landsliðsvenjari

Mark Schubert sendur til hús við løn

Amerikanski Mark Schubert er sendur til hús við løn, tað tey kallað “paid leave of absence” frá sínum starvi sum høvuðs-landsliðsvenjari hjá USA Swimming. Tað er ikki enn greitt hví at hetta hendir, men SwimmingWorld Magazine hevur fingið at vita frá álítandi keldum, at tað ikki hevur nakað við siðamisbrot at gera, “nor any other ethical, social or unlawful improprieties”.
Continue reading Mark Schubert sendur til hús við løn

Schubert heldur at øll met kunnu rúka á OL í Beijing

Fyri líka sum at seta trumf á alt hetta við nýggju hátøknis svimjidraktunum, so heldur amerikanski høvuðsvenjarin Mark Schubert nú sambært CNN, at øll met kunnu rúka á olympisku leikum í Beijing. 30 heimsmet eru longu sett síðani LZR draktin kom á marknaðin í februar, harav hendan varð brúkt í øllum uttan trimum, og onnur sløg av hátøknisdraktum so vórðu brúkt í restina (Arena R-Evolution í einum føri, og nýggja Mizuno í tveimum). Continue reading Schubert heldur at øll met kunnu rúka á OL í Beijing

Schubert sigur ‘Vel pengarnar ella gullmedaljuna’

Tiltikni amerikanski venjarin Mark Schubert er ógvuliga bersøgin, tá ið tað kemur til nýggju Speedo LZR Racer draktina: There is no doubt the suit makes a difference and there is no doubt that there is one manufacturer that’s put millions into research while the other manufacturers are more into fashion. Lesið her á SwimNews. Continue reading Schubert sigur ‘Vel pengarnar ella gullmedaljuna’