Lotte Friis talar at sparingunum í donsku úrvalsítrótti

Áhugaverd grein her í berlingske.dk, hjá nýkosna heimsmeistaranum Lotte Friis, har hon talar at avgerðini hjá donsku stjórnini, at spara 20 milliónir krónur í donskum úrvalsítrótti, av teimum pengum sum longu eru fáir.

Hon nevnir millum annað beinleiðis upphæddirnar sum hon hevur fingið í studningi og sponsorpengum tilsamans áðrenn skatt – 52.600 kr í 2007, 144.000 kr í 2008 og væntandi 144.000 kr í 2009 – í mun til at venja 28-34 tímar um vikuna, koyra 7-8 tímar um vikuna til og frá venjing, og vera heimanífrá einar 100-120 dagar um árið. At hon mátti lána til ein bil, so at hon ikki skuldi brúka eyka tíð uppá almennan flutning. At hon ikki hevur tíð til at brúka tíð uppá at skaffa sær meira pengar, við arbeiði ella frá stuðlum. Og at hon enn má búgva heima hjá foreldrunum, til at fáa tað at mala runt.
Continue reading Lotte Friis talar at sparingunum í donsku úrvalsítrótti