SARbot kann bjarga øðrum hvørjum druknaða

Bretsku Seabotix hava mennt ein lítlan fjarstýrdan robott kallaður SARbot, sum við sonar kann finna eitt druknað fólk uppá fáar minuttir, og krøkja seg í tað so at til ber at fáa fólkið upp. Tey siga at man kann fáa lív í fólk heilt upp í 90 minuttir eftir at tey eru druknað, um bara vatnið er nóg kalt, og bretar meta tí at hesin robottir kann minka um talið á druknivanlukkum niður í eina helvt, uttan at lívbjargararnir verða vátir um føturnar. Lesið her á popsci.com.

Bagsværd Svømmehal fingið Poseidon trygdarskipanina

Bagsværd Svømmehal hevur sum fyrsta svimjihøll í danska kongaríkinum fingið sær sonevndu Poseidon trygdarskipanina, sum við videotólum og teldu kann staðfesta um nakar hevur ligið stillur (og harvið møguliga druknaður) undir vatnskorpuni í meira enn 10 sekund. Royndir vísa at tað hevur stóran týdning at bjarga druknaðum fólki innan 30 sekund, um tey skulu kunna fáast til lívs aftur uttan mein, og tá ið so lívbjargarar til tíðir kunnu hava trupult við at síggja niður á botn í óróligum vatni, so er tað sjálvsagt at telduyvirvøka má til. Sí tíðindi á SwimNews.dk og video á dr.dk.

Don’t Drink and Drown !

Avstralska Royal Life Saving Society hevur gjørt hesa sjónvarpslýsingina til at ávara um svimjing við alkohol-promillu. Hetta er eitt átak kallað “Don’t Drink and Drown” sum tey byrjaðu uppá eftir at talið á druknivanlukkum millum full fólk vaks við heili 15 prosentum frá 2008 til 2009. Felagið fortelur eisini at heili 20% av børnum ikki kunnu svimja éina longd í 50 metra hyli, av teimum sum koma úr avstralsku fólkaskúlunum. Guð viti hvussu tað talið er í Føroyum.

Svimjari sogin út gjøgnum undirvatnsvindeyga

Ein ungur svimjari fekk skaða, tá ið undirvatnsvindeygað í svimjihylinum á Jefferson High School í Wisconsin nú mánadagin brotnaði , og svimjarin tí varð sogin út úr hylinum og niður á gólvið. Svimjivenjarin varð eisini sogin út gjøgnum vindeygað, tá ið hesin fór í hylin og yvir til vindeygað at royna at hjálpa næminginum. Vindeygað hevði ongantíð verið skift út, síðani svimjijhylurin varð bygdur í 1967. Lesið her á wdtimes.com og sí video á channel3000.com.

Bjarging og hugni fyri havsvimjarar

Sunnudagin 14.november fer Sørin Djurhuus at vísa fram ymiskt um bjarging á sjónum í sambandi við havsvimjing. Tiltakið verður við lendingina í Hoyvík. Aftaná venjingina verður farið útí at svimja, og aftaná svimjingina verður hugnaløta við onkrum leskiligum. Alt tiltakið verður niðri við lendingina í Hoyvík um tað viðrar. Vetrarsvimjarar kring alt landið eru vælkomnir til tiltakið í Hoyvík. Lesið her á torshavn.fo.

Svimjing er ikki (longur) fyri øll, sigur Dansk Svømmeunion

Danska svimjisambandið ger nú eitt neyðarróp, eftir allar søgurnar um hvussu danskar kommunur steingja svimjihallir og niðurraðfesta svimjiundirvísing í skúlunum. “Dansk Svømmeunion frygter konsekvenserne og udsender i en pressemeddelelse et nødråb til landets kommuner om at tænke sig om en ekstra gang. Også i Danmarks Idræts-Forbund ser man på udviklingen med stor bekymring – en udvikling, der i værste instans vil resultere i flere drukneulykker på sigt.” Lesið her á svoem.dk.
Continue reading Svimjing er ikki (longur) fyri øll, sigur Dansk Svømmeunion

At last: Lívbjargingar-bazooka’in til mannin á kantinum

LONGREACH Buoyancy Deployment System” er snøgt sagt ein bazooka sum kann skjóta ein “Rescue Pack” út til neyðstaddar svimjarar heilar 150 metrar burturi. Double-barrel við ljóskastara og Para-Flares eisini, at brúka um náttina ella bara sum ellars. Spyr býtt, eg havi sjálvsagt longu bílagt mær nakrar 😉


Continue reading At last: Lívbjargingar-bazooka’in til mannin á kantinum

Lívbjarging í Amerika er nógv annað enn bara svimjing

Í Kansas máttu tey bjarga einari kvinnu av einum hegni, sum hevði spiddað seg gjøgnum beinið tá ið hon vildi klatra inn um at svimja. Í Florida beit ein alligator hondina av einum tannáringi sum svam í eini kanal í grannalagnum. Í South Carolina doyði ein 10 ára gomul genta bara dagar eftir at hava fingið amøbur í seg í feskvatni nærhendis. Og í Manitoba í Kanada læra tey børn at kasta reip, tí at tað sum rætt er ofta er ein betri loysn til at bjarga onkrum, enn at royna at svimja út eisini sjálvur.

Continue reading Lívbjarging í Amerika er nógv annað enn bara svimjing

Fjórða hvør donsk druknivanlukka hendir í eini havn

Flestu donsku druknivanlukkur henda sambært hagtøl hjá Trygfonden í eini havn, við umleið sama tali av vanlukkum undir sigling, og so strond og vøtn á triðja og fjórðaplássi. TrygFonden íverksetur tí nú eitt átak til at fáa fólk at altíð kunna seg um nærmastu bjargingarútgerð og rýmingarveg úr sjónum, og at halda eina rímiliga frástøðu frá sjálvum keikantinum um ikki tey eru í bjargingarvesti og/ella saman við øðrum. Les jp.dk
Continue reading Fjórða hvør donsk druknivanlukka hendir í eini havn

Danskir skúlar spara svimjingina burtur

Jyllands-Posten skrivar her at fleiri og fleiri donsk skúlabørn mugu læra at svimja á turrum, tí at kommunurnar velja at spara svimjingina burtur, og tí at nógvar svimjihallir eru í so ringum standi, at tær mugu steingjast. Dansk Svømmeunion stúrir fyri vaksandi talinum av dønum sum ikki duga at svimja, tí sum direktør Pia Holmen sigur: “Svømning er jo den eneste sport, man kan dø af ikke at kunne.”
Continue reading Danskir skúlar spara svimjingina burtur