Afturlit: 4×50 frí hjá kvinnum á Oyggjaleikum 2005

Fyri knapt 10 árum síðani, tann 11. juli 2005, vunnu føroysku kvinnurnar gull í 4 x 50 frí á oyggjaleikum í Hetlandi. Føroysku svimjarnir, sum luttóku innleiðandi og í finaluni, vóru Sára Ejdesgaard, Shaila millum Garðarnar, Lisbeth L. Joensen, Elspa Mørkøre, Karina Petersen og Nathalia Reinhardt. Í finaluni settu tær føroyskt met við tíðini 1:52.14, har gamla metið var 1:53.85. Núverandi met á 1:47.15 varð sett av Susvim við m.a. Shaila á liðnum á FM 2013.

Kringvarpið vísti ein samandrátt av finaluni. Frásøgumenn vóru Kaj Joensen, Tórður Mikkelsen og Søren Olsen.