Bretland vann landsdystin ímóti Týsklandi

Bretar nærmast bukaðu týskararnar av, nú teir fingu 207 stig ímóti 109, á landsdystinum í Swansea um vikuskiftið. Teir gjørdist nummar 1 og 2 bæði í 800 frí hjá kvinnum og 1500 frí hjá monnum, har David Davies og Daniel Fogg til dømis vunnu á evropameistaranum Jan Wolfgarten frá EM í Istanbul í desember. Teir gjørdust eisini nummar 1 og 2 í 100 rygg hjá monnum og kvinnum, við Lizzie Simmonds og Liam Tancock. Og í 200 frí hjá kinnum, 100 bringu hjá monnum og 200 firvald hjá kvinnum. Bara í 200 blandað hjá monnum vísti Týskland líknandi dominans, við at gerast nummar 1, 2 og 3, frammanfyri tí éina luttakandi bretanum. Les SwimNews.com

Bretar vunnu fyrra dag av landsdystinum ímóti Týsklandi

Bretar føra við 94 stigum ímóti 55, nú fyrsti dagur er yvirstaðin av landsdystinum ímóti Týsklandi. Teir byrjaðu sum eitt óløgi við at gerast bæði nr 1 og 2 í 50 rygg og 400 blandað hjá monnum og kvinnum, við svimjarum sum Elizabeth Simmonds og Liam Tancock á odda, men fingu so mótstøðu í eftirfylgjandi greinum. Týski Paul Biedermann vann 100 og 400 frí, meðan bretsku kvinnurnar gjørdust nr 1, 2 og 3 í 400 frí, og nr 1 og 3 í 100 frí. Og Bretland vann eisini báðar stafettirnar, 4 x 100 blandað hjá kvinnum og 4 x 50 blandað hjá monnum, har vinnandi liðið fær 7 stig, og tapandi liðið fær 0. Les SwimNews.com, SwimInfo.com og sí úrslit

Landsdystur millum Týskland og Bretland í næstu viku

Næsta vikuskifti 20. – 21. februar verður landsdystur í svimjing millum Týskland og Bretland, í býnum Swansea í Wales. Týska luttøka er hesuferð væl sterkari enn tá ið teir saman við bretum og italiumonnum skuldu kappast ímóti USA í desember, nú bæði Britta Steffen og Paul Biedermann luttaka, umframt aðrir góðir svimjarar sum evropameistararnir Jan Wolfgarten og Johannes Dietrich frá EM í Istanbul í desember. Bretarnir hava kanska ikki so øgiliga nógvar heimsprofilar á liðnum, út yvir Liam Tancock, Joanne Jackson og Rebecca Adlington; men sovorðnir landsdystir verða jú sum kunnugt líka nógv avgjørdir uppá breiddina av liðnum, sum uppá hvør sum vinnur hvørja einstaku kapping. Les SwimInfo.com