Óluva fekk eitt 6. pláss í Herfølge í 100 blandað

Óluva Jacobsen úr Reki …FS svam 100 blandað við tíðini 1:23.99 í morgun, ið rakk til eitt 6. pláss í bólkinum 11 ár. Tilmeldingartíðin hjá Óluvu var 1:23.88. Sunnleyg Eliasen (FS) svam teinin á 1:37.80 (tilmeldað tíð var 1:40.60), og tíðin hjá Bjarta Jógvansdóttir (FS) varð 1:47.32 (tilmeldað tíð var 1:51.47).

Myndir frá UM og Køge

DSC_0192Um tað hevur áhuga, so síggjast mínar fotomyndir frá UM her á Flickr, og tær frá Køge Open her. Myndirnar úr Køge eru tíverri ikki í so góðari góðsku, av tí at eg ikki hevði eitt ordiligt fototól við, men bara brúkti fartelefon og videokamera. Og ja, video’irnar skulu nokk eisini koma… einaferð 🙂

Metnógvir føroyingar til Køge Open í ár

Frætti sum slatur í gjár at vit væntandi skulu við tveimum flúgvarum til Køge Open í ár, av tí at vit ikki passa í eitt. Flogførini hjá Atlantic taka upp í 96 fólk, so tað má merkja at vit vera í øllum førum um 100 fólk í Køge í oktober 🙂

Køge Open er árlig altjóða svimjistevna hjá Køge Svømmeklub, sum føroysk svimjifeløg hava luttikið á í fleiri ár eftirhondini. Í ár fara í øllum førum fýra svimjifeløg – tak meg ikki í tí, men eg meini tey eru FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag, Reki og Ægir.

Føroyingar hava klárað seg rættiliga væl á stevnuni, serliga í kraft av Elspu Mørkøre sum eigur heili 10 av teimum 17 metunum hjá gentum í ‘gruppe 2’. Føroyingar gjørdust nr 2 í kappingini í fjør, tá ið øll stig vórðu samanløgd, umframt at Elspa stendur upplistað fyri besta bragd hjá juniorgentum (747 stig í 200 frí).